Norsk bløð skriva í dag, at rættarmálið móti terrorákærda Anders Behring Breivik kann verða víst í sjónvarpinum.
Tað er tíðindaleiðarin hjá TV2, Jan Ove Årsæther, sum vil sleppa at senda rættarmálið móti Breivik, og sorinskrivarin, Geir Engebretsen við Oslo Tingrett avvísir ikki, at terrorrættarmálið móti honum kann verða sent í sjónvarpinum.
Geir Engebretsen upplýsti á einum tíðindafundi mánadag seinnapart, at møguligir fyrispurningar frá miðlaredaktiónum um at senda rættarmálið, sum byrjar 16. apríl, í sjónvarpi, verða viðgjørdir.
Vit hava havt eitt ávíst samskifti um at senda partar av rættarmálinum í sjónvarpi, men vit hava ikki enn fingið nakran formligan fyrispurning, sigur Geir Engbretsen við Aftenposten.