Henda rættarkensla er tað einasta vit hava til at hava okkara álit á landsins kosna fólki í.
Í gamla Rom varð sagt, at enn ikki mistanki mátti fella á konu Cæsars, hon mátti í síni framferð vera soleiðis, at enn ikki ein skuggi av illtanka mátti fella á hana.
Men hetta tykist ikki at galda fyri Fólkaflokkin.
Tá sakarmál varð reist móti John Petersen, távernadi fiskimálaráðharra, fyri neyðtøku, varð sagt: Vit mugu bíða eftir, at hann verður dømdur ella fríkendur. So varð hann dømur í Føroya Rætti, og sjálvt tá vildi løgmaður ikki koyra hann frá, tí hann hevði skotið málið inn fyri hægri rætt. Fyrst tá tann dómurin fall, fór hann frá, tí hægstirættur vildi ikki taka sakina upp. ? Sjálvt um hann hevði verið frídømdur, sleit hetta nóg á okkara rættarkenslu.
Hvat skuldu vit vanligu borgarir halda?
Løgmaður og landsstýrismenn og øll tey fólkavaldu, sum sita á ovastu rók í samfelagnum, hava eina moralska skyldu at bera seg at soleiðis, at tey ikki kunnu hava misálit ímóti sær. Verður misálit reist, eiga tey at fara frá, í hvussu so er til tey eru reinsaði. Tað er prísurin fyri at sita á hægstu rók. Tey eru okkara fyridømi, tey stýra fyri okkum, tí hava vit hetta álit á teimum fyri neyðuni. Verður pilkað við hetta álit, skaðar tað okkara rættarkenslu.
Ikki bert tey fólkavaldu, men eisini onnur á ovastu rók í samfelagnum hava størri skyldu enn vit vanligu borgarir at halda sína gøtu reina. T.d. løgregluovastin, dómarin, bispur o.l.
Okkara rættarkensla er mátistokkurin, samfelagið byggir á.
Í málinum Jørgen Niclasen átti hansara flokkur at vera so mikið at sær komin, at hann setti mannin frá, til han varð fríkendur.
Alt málið um hann, løgtingskanning, sjálvkanning, løgmanskanning eru evni, sum skuldi geva fólki álit á skipanina, men nú hava vit ta fatan, at kanningar kunnu "bestillast" eftir tørvi, og tað er ikki gott fyri okkara rættarkenslu.
Um John Petersen og Jørgen Niclasen høvdu lagt kongin beinanvegin, hevði okkara rættarkensla verið intakt. Men nú rillar hon av álvara.
Vit mugu hava álit á okkara samfelagsskipan, stýrisskipan og rættarskipan. Og tann sjónleikur, ið hevur verið spældur hesar seinastu dagarnar, er drepandi fyri okkara álit.
Fyri tey stýrandi snýr tað seg ikki um at hava rætt, men at gera rætt.