Rættarkemikarin vitnað

Danski rættarkemikarin, Lotte Ask Reitzel, sat mánadagin í vitnisstólinum í Føroya Rætti, har hon greiddi frá teimum kanningum, ið gjørdar eru í sambandi viið tey rúsevnismál, sum í hesum døgum hava veirð í Føroya Rætti

Leo Poulsen

Lotte Ask Reitzel greiddi frá, at meðalvektin av einari plantu av skunk, er 46 gramm av hassj. Men hetta skal takast sum meðalvekt, tí tað eru fleiri plantur, sum geva minni enn tað, og eisini fleiri plantur, sum geva meira enn tað.
Hon greiddi somuleiðis frá, at 38% av teimum frøum, ið verða plantað, verða til skunkplantur. Hetta er talið, tá talan er um blandað fræ.
Sum kunnugt eru tað bert honplanturnar, sum kunnu nýtast til at roykja, meðan hannplanturnar geva so lítið THC (sum er aktiva evnið í hassjinum), at tað loysir seg ikki at roykja.
Hon dugdi ikki at siga, hvussu leingi fræini kunnu nýtast, áðrenn tey gerast ov gomul. Men heystklárar plantur kunnu vera alt frá 30 sentimetrum og heilt upp til 140 sentimetrar høgar.
Hon dugdi heldur ikki at siga, um tað lønar seg at heysta planturnar tíðliga, ella tað er frægari at lata tær vaksa seg fult út.
Tá komið var inn á slagið av hassjplantum, segði Lotte Ask Reitzel, at tað »givetvis« hevur nógv at siga, men at tað ikki er nakað, sum ein kemikari hevur skil fyri.
Spurd segði rættarkemikarin, at hon dugdi ikki heilt at siga, hví skunk verður roknað um til hassj, men tað er gjørt til allar tíðir og í hvussu er undan at hon kom inn í bransjuna.
Hon segði, at tey ongantíð biða um fleiri enn 10 plantur, sjálvt um tað so eru 1.000 plantur í einari plantasju.
Hon greiddi somuleiðis frá, at áðrenn plantan verður heystað, kann hon blíva stressað, um hon verður hildin í myrkri, og harvið framleiða meira HTC. Men hetta er bert galdandi, meðan plantan er á lívi.

Ikki til at siga
Verjarnir fóru síðani at spyrja nærri inn til myndir, sum narkopolitiið hevði tikið av plantasjunum, og har kundi rættarkemikarin ikki siga, um talan var um hann- ella honplantur, tá tær vóru so lítlar á vøkstri.
Í øðrum føri kundi hon ikki siga annað, enn at tala var um grønar plantur, og í einum triða føri kundi hin bert siga, at talan var um skunkplantur men kundi annars ikki úttala seg um vakstrarviðurskiftini.
Talan kom so inn á eitt mál, har ein ákærdur hevði 351 fræ í varðveitslu. Roknað var sum nevnt við 38% kom undan, og tað vil siga 133 plantur í hesum førinum.
Jógvan Páll Lassen vísti á, at útrokningarnar hjá politinum eru út av lagi óneyvar, og í minsta lagi fýra ferðir so høgar, sum í veruleikanum.
Hann vísti á, at 859 fræ vórðu roknað um til 14.996 gramm av hassj.
Bjørn á Heygum spurdi inn til, hvussu var við aldrinum hjá frænum, men tað kundi Lotte Ask Reitzel ikki siga nakað um. Tá so verjin vildi spyrja um plantustøðið á myndunum, breyt dómarin hann av og minti á, at talan var um rættarkemikara og ikki ein botanikara, og tí kundi hon ikki vita alt um vakstrarlagið á plantunum.
Turid Hentze spurdi, hví kemikarin úttalaði seg yvirhøvur um sukkseratuna av frøum á 38%, tá tað var so tengt at óvissu. Men til tað segði Lotte Ask Reitzel, at tað var við einari vissari trygd, at hetta talið kom fram.
Hon greiddi eisini frá, at 80% av turkaðu plantuni var roykbart.