Hóast tað móti endanum av dystinum tóktist dekan ov einsligt hjá Magna á Lakjuni á toppinum, so hevði hann stóran part av dystinum verið við til at mynda gott álopsspæl hjá ÍF.
Og hóast hann sjálvsagt iðraði seg um enn eina úrslitaleysa roynd, so dugdi hann vælat síggja tað positiva í avrikinum hjá ÍF.
- Eg haldi, at vit eru við at finna rætta lagið aftur. Vit spæla ein góðan dyst í dag, og útlendsku leikararnir vísa seg sum góður styrkur, so eg ivist ikki í, at tað fer at koma hjá okkum.
- Enn manglar so bara tað allar seinasta pettið, men tað mugu vit so arbeiða okkum fram til, helt Magni á Lakjuni, at enda.
Hvussu tað so fer at hilnast hjá ÍF, má tíðin vísa, men skal liðið vinna seg upp um strikuna, skulu skjótt nógv stig til. Eftir sigurin hjá KÍ um vikuskiftið eru nevnliga níggju stig upp til áttanda plássið.










