Íróttarhøllin á Argjum er ikki raðfest av samgonguni hesumegin til 2014

Mánakvøldið bleiv fimm ára íløguætlanin hjá samgonguni framløgd. Ikki ein króna er sett av til nakra ítróttarhøll í býnum hesumegin ár 2014. Løgi, tí samgongan hevur lovað bæði at dagføra ítróttarhøllina á Hálsi og at byggja nýggja ítróttarhøll á Argjum

Eg haldi, at máti skal vera við at halda fólk fyri gjøldur. Byggifyritøkan, ið vann lisitasjónina, sum var um høllina á Hálsi, hevur ikki so frætt sum fingið eitt svar frá býráðnum, sjálvt um lisitasjónin var fyri fleiri mánaðum síðani.

Argjafólk hava fingið lovað ítróttarhøll í fleiri ár, men tað lyftið ætlar meirilutin ikki at halda, ikki tey fyrstu fimm árini í hvørt fall. Sjálvur borgarstjórin rópti upp á eini argjaveitslu fyri nøkrum árum síðani, at nú skuldu argjafólk fáa eina ítróttarhøll, men herúti verður bíðað enn.

 

Neistahøllin í vesturbýnum

Neistin fekk eitt grundstykki frá seinastu samgongu úti við Landavegin til at byggja eina ítróttarhøll á. Teir hava latið tekningar inn og søkt byggiloyvi fyri nógvum mánaðum síðani, men eisini tað málið hevur verandi samgonga súltað við eini ætlan um at taka stykkið aftur frá teimum. Býráðið hevur eisini samtykt at játta Neistanum stuðul til høllina.

Annars haldi eg, at vesturbýurin er afturúrsigldur, tá talan er um hallir, vallir og annað, ið kundi verið gjørt fyri ungdónim og trivnaðin í tí partinum av býnum.

Alt hetta nøl og drál kunnu vit broyta við at velja ein sterkan fólkafokk í býráðið. Verði eg valdur, vil eg arbeiða fyri at fremja hesi mál.