Rættarfundurin varð av ongum

Mánamorgunin kom málið fyri rættin, har Heðin Mortensen, býráðslimur varð stevndur av Leivi Hansen fyrrverandi borgarstjóra fyri ærumeiðing. Rættarfundurin varð tó av ongum, tí báðir partarnir komu til eina semju, sum dómarin, Jørgen B. Petersen, legði fram

Heðin Mortensen møtti mánamorgunin upp í rættinum saman við sakførara sínum Christian Andreassen. Við hitt borðið sótu Leivur Hansen og sakførari hansara, Hans Trygvi Teirin.
Orsøkin til, at hesir menninir vóru í rættarhølunum í gjáramorgunin er eitt sindur torskild. Leivur Hansen hevði stevnt Heðin Mortensen fyri ærumeiðing, tí sambært Leivi hevði Heðin á býráðsfundi 2. mei í fjør samanborið Leiv við skandaluborgarstjóran í Farum kommunu, Peter Brixtofte. Harafturat vildi Leivur Hansen, fyrrverandi borgarstjóri vera við, at Heðin hevði sagt, at Leivur hevði krógvað skjøl í samband við Tórsvøll.

Av ongum

Rættarfundurin varð tó av ongum. Tá rættarfundurin skuldi byrjað kallaði dómarin, Jørgen B. Petersen, báðar sakførararnar afturum, har teir tosaðu eina løtu. Síðani fóru sakførararnir við hvør sínum kunda afturum, har tosað varð eina løtu afturat.
Fyrstir útaftur í rættarsalin vóru Heðin Mortensen og Christian Andreassen. Bíðað varð síðani eina løtu afturat, og so komu Leivur Hansen og hansara sakførari útaftur. Teir boðaðu frá, at teir tóku undir við tí. Tí, sum ongin visti, hvat var.
Tá øll vóru komin út aftur úr rættarsalinum, vísti tað seg, at partarnir vóru báðir komnir ásamt um eina semju. Semjan, sum var eitt uppskot frá dómaranum segði, at Heðin Mortensen hevði ongantíð sagt hasi orðini, men hann kunngjørdi, at um tað, ið sagt varð, varð uppfatað soleiðis, so hevði hann ikki grundarlag fyri at samanbera Leiv Hansen við Peter Brixtofte ella at siga, at Leivur hevði krógvað nøkur skjøl.
Báðir partar vóru væl nøgdir aftaná rættarfundin, sum varð av ongum. Og vóru báðir partar eisini samdir um, at málið ongantíð skuldi verið farið so langt sum niðan í rættin.
Bæði Heðin Mortensen og Leivur Hansen søgdu, at teir vóru longu báðir komnir yvir hetta stríðið, og skiltust sum vinir.