Rættaðu formalitetir á tíðindafundi

Tað dró eitt lítið sindur út, tá arbeiðstakarasáttmálin millum Landsverk og Articon skuldi undirskrivast á tíðindafundi hósmorgunin.

 

Tað dró eitt lítið sindur út, tá arbeiðstakarasáttmálin millum Landsverk og Articon skuldi undirskrivast á tíðindafundi hósmorgunin. Tá stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, hevði nærlisið sáttmálan mikukvøldið, legði hann til merkis, at her var feilur í onkrari ”samanteljing”, sum hann tók til.

 

Jón Sigurdsson hevði roynt at fingið fatur í rætta viðkomandi hjá Landsverki, men tað hevði ikki eydnast honum mikukvøldið. Tískil gjørdi hann vart við hetta, áðrenn undirskriftirnar vórðu feldar á pappírið hósmorgunin. Talan var tó bara um onkrar formalitetir og okkurt tekniskt, sum tikið varð til, áðrenn partarnir skrivaðu undir.

 

Eingin ósemja var kortini um tað, sum skuldi rættast í arbeiðstakarasáttmálanum, og virkandi stjórin í Landsverki, Árant Andriasson, syrgdi fyri, at nevndi formalitetur varð rættaður í einari nýggjari útskrift av sáttmálanum.

 

Á tíðindafundinum spurdi onkur í skemti Jón Sigurdsson, stjóra í Articon, um tað kanska vantaðu nakrar miljónir í hansara parti í sáttmálapappírinum. - Nei, tað er ikki tað. Formaliteturin ger okkum heldur tvær miljónir fátækari, svaraði hann líka so skemtiliga aftur.

 

Tað var gott lag á Landsverki, tá arbeiðstakarasáttmálin um nýggjan Hvalbiartunnil við tilkoyringarvegum varð undirskrivaður. Av tinglimum úr Suðuroy vóru bæði Bjarni Hammer og Kristin Michelsen við til løtuna, og her var eisini Poul Michelsen, landsstýrismaður.

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum á myndini stendur millum virkandi stjóra í Landsverki og stjóran í Articon, fegnaðist um, at verkætlanin við Hvalbiartunlinum nú er komin so langt, at arbeiðstakarasáttmálin er undirskrivaður.