Rætta ætlanin við Føroyagrunninum frá 1971

2. partur

Fyrrverandi løgmaður og fylgisneytar ætlaðu at fáa fatur á JFK-samtakinum. Tað hevði verið ólógligt, um tað eydnaðist.

 

Sum nevnt í mínum fyrsta parti, so er grundarlagið undir Føroyagrunninum frá 1971 fæ, sum upparbeitt hevur verið í dugnaskapi í mong áratíggjur í Kjølbro fyritøkuni við heimstaði í Klaksvík, sum tó fekk týdning fyri alt landið.

Skilligt er, tá ein lesur viðtøkurnar hjá Føroyagrunninum frá 1971 og kunngerð frá február 1982, at rásin er, at upparbeidda ognin, eisini framhaldandi eigur at verða nýtt til endmál í heimstaði grunsins, tað sæst m.a. eisini út frá, at bæði Klaksvíkar Kommuna, fakfeløg og tann í innhandlar fisk hjá J.F.K. (Kósavirkinum), hava sínar instillingarábyrgdir yvirfyri landsstýrinum til nevnd o.s.fr.

Hvussu hetta bindur løgfrøðiliga er eitt, men reint moralskt, rætt og sjálvsagt vigar tungt, at øll hesi aktiv eru komin í grunnin frá J.F.Kjølbro í Klaksvík.

“Føroyagrunnurin frá 1971” hevur nevnd, sum er vald eftir ávísum reglum, og hevur ræðisrætt til støðutakanir, tí avger nevndin, hvussu farast kann fram, og tá for-maðurin í grunninum Leif Abrahamsen: “slær fast, at tað verður ikki við pengum úr Føroyagrunninum, at virksemi verður aftur á Kósavirkinum”, so eiga vit at minnast til, at nevndin hevur ikki bara ræðisrætt men eisini ábyrgd av, at peningurin verður rætt brúktur og á rætta staði.

 

Tá løgmaður leikaði í

Eg fari at minna á, at í julimánaði í 2005 avgjørdi Føroyagrunnurin frá 1971, at selja Hanus Hansen 67% av JFK-samtakinum, sum eingin ivi skal vera um, var einki meiri enn rætt og nátúrligt, so fyritøkan framhaldandi varð verðandi í Klaksvík.

 

Út frá hesum sendi táverandi løgmaður Jóannes Ejdesgaard tíðindaskriv, har hann m.a. segði: “Nú Føroyagrunnurin hevur gjørt avtalu um at selja 67% av JFK-samtakinum, harmast Landsstýrið um mannagongdirnar í sambandi við søluna. Gjøgnumskygni vantaði, og einki alment útboð hevur verið, sum gevur øllum javnabjóðis møguleika at keypa....” – Javnbjóðis møguleika at keypa!

 

Á landsstýrisfundi og fleiri fylgjandi fundum mótmælti eg hesum, tí løgmaður og fylgisneytar ætlaðu at fáa JFK úr Klaksvík. Hetta var bæði ólátað og ómoralskt.

 

Sjálvandi fari eg ikki at siga, at “Føroyagrunnurin frá 1971” í síni tíð var ognartøka av JFK- samtakinum, har møguleiki kveiktist at konvertera lán til partapening, men einki undrar meg.

 

Bárður til arbeiðis

Eftirspælið av orrustuni hjá Jóannesi Ejdesgaard, løgmanni og fylgisneytum var, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Bárður Nielsen, setti størri arbeiði í verk. Hetta gjørdist drúgvt tilfar við m.a. Erhevervs- og Selskabsstyrelsen, men teir komu til ta niðurstøðu, har skrivstovustjórin í Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, Jytte Heje Mikkelsen, segði: ”Ovennævnte fonde ( Føroyagrunnurin) er privatretlige fonde, og derfor ikke underlagt landsstyrets bestemmelsesret eller offentlig styring”.

 

Hetta, og einki annað, setti punktum fyri álopið á Klaksvík frá løgmanni og fylgisneytum, og Leif Abrahamsen varðveitti starvið.

 

Tí skilji eg ikki, at ikki hoyrist eitt kvekk frá Klaksvíkar Býráði og løgtingsfólkum úr Norðoyggjum við upplýsingum um moralska ræðisrættin til grunnin, álopini koma at verða framhaldandi, tí hesi ynskja aktivini, um tey so skulu flytast úr Klaksvík.