Rætta sending til røttu tíð

Birgir Kruse: Dokumentaristiskt hástøkk hjá Suna!

Birgir Kruse, miðlakønur og filmsfjeppari, var sjótur í kvøld at siga sína meting á bloggi sínum, birkblog.

 

 

Rætta sending til røttu tíð. Tað dugdu Suni Merkistein og hansara lið av sjónvarpsfólkum bæði her í landinum og í Noregi í kvøld.
Sendingin um dupulta sjalusimorðið í Havn fyri 50 árum síðani er nú farin um alt landið, og hevði Kringvarpið ein teljara, so hevði hann helst sett met í kvøld, so stórur hevur áhugin verið fyri júst hesi sending.

 

 

Soleiðis sigur Birgir Kruse millum annað, og hann heldur fram:

 

 

Við fakta á borðinum varð skrúvað upp fyri øllum kensluregistarinum. Og júst hetta er kanska hin heilt serliga reportasjutraditiónin hjá Suna, antin tað snýr seg um 66-liðið hjá KÍ, Beatles í Liverpool ella móðurmálið og Merkið. Fyrst at finna hard core fakta, og so at balla alt inn í eitt frásagnarlig fiktiónsamboð, fyrst og fremst samtíðartónleik. Ein metoda, sum ikki hóvar øllum journalistum, sum síggja reytt, tá filmisk frásagnarsnildi, sum bara hava til endamáls at forføra og nema kenslurnar, verða brúkt at siga turtfaktuella fakta, ið varð staðfest eins og andlát sambært verifiseraðu politirapportini við klokku. Einki meir. Sjálvur haldi eg at blandingssjangran hjá Suna stóð seg serliga væl í kvøld, tá samtíðarpoppur varð brúktur tjúkt og effektivt at lýsa heimstaðin, hugnan - og sjálvan kvinnuliga høvuðspersónin Ann.

 

 

Birgir Kruse metir, at : Sum sjónvarpsdokumentarisma úr nýggjara partinum av okkara egnu og kollektivu Føroyasøgu, er hetta hástøkk.

 

 

Bloggurin hjá Birgir Kruse sæst her: http://birkblog.blogspot.com/2017/05/dokumentaristiskt-hastkk-hja-suna.html