Annan týsdag, 25. mars, kemur til 1. viðgerðar eitt uppskot til ríkislógartilmæli um at seta donsku verjulógina í gildi í Føroyum. Lógin skal tryggja, at fólk, ið hava tørv á verju, ikki fyrst mugu ómynduggerast. Galdandi verjulóg ? ið er ein ótíðarhóskandi lóg frá 1922 - ásetir, at persónar, ið hava tørv á verja, fyrst mugu ómynduggerast
Felagið Javni hevur fleiri ferðir heitt á poltisku myndugleikarnar í Føroyum um at seta verjulóg í gildi í Føroyum.
- Eftir verandi lóg er neyðugt at ómynduggera fólk, ið hava tørv á verju. Tá tað verður gjørt, tekur rættarskipanin yvir, og viðkomandi verður ómynduggjørdur á øllum økjum. Rættarmissurin er so umfatandi, at enntá valrætturin fellur burtur. Hetta er óvirðiligt og hoyrir ikki nútíðini til, siga teir báðir tingmenninir hjá Sjálvstýrisflokkinum, Kári á Rógvi og Kári P. Højgaard.
Teir vísa á, at í Danmark er ein nýggj verjulóg samtykt, sum gevur fólki rætt til eina tilveru, har til ber at hava ein verja á teimum økjum, har viðkomandi ikki klárar seg sjálvan. Sum dømi kann nevnast, at um ein persónur ikki hevur møguleikar sjálvur at handfara sína egna pening, so kann viðkomandi fáa ein verja, sum kann hjálpa honum at halda skil á peningaviðurskiftunum.
Eftir donsku lógini kann verjin vera ein teimum avvarðandi ella onkur annar einstaklingur uttan fyri etableraðu skipanina. Tað vil siga, at í Danmark verður ein persónur settur sum verji, meðan tað í Føroyum er skipanin sjálv, ið er verji. Danska lógin ger tað løgfrøðiliga møguligt fyri avvarðandi at verða verji, meðan tey avvarðandi í Føroyum standa hjálparleys og uttan nakra ávirkan.
Rættast hevði eyðvitað verið at orðað eina lóg út frá føroyskum fortreytum. Kortini man vera best at byrja við at seta galdandi donsku lóg í gildi og síðani taka upp til viðgerðar yvirtøku av málsøkinum og at smíða hóskandi føroyska lóg.
Loysnina hjá dønum, við at skipast kunnu ymisk sløg av verju, hava normenn tikið til sín og hava smíðað sína verjulóg eftir sama leisti.
Høvuðsfyrimunir við donsku lógini eru:
- at skipaðar kunnu ymisk sløg av verju:
- at verjan kann avmarkast og skipast gjøllari í hvørjum føri;
- at verjutørvandi ikki óneyðuga missa rættindi síni sum borgarar.
siga teir Kári á Rógvi og Kári P. Højgaard, tingmenn Sjálvstýrisfloksins.