Rætt til at krevja endurgjald fyri samhugaverkfall

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum tilskilar sær at krevja endurgjald frá teimum 12 fakfeløgunum, sum fara í samhugaverkfall við Pedagogfelagnum í morgin

Lønardeildin heldur, at verkføllini eru fráboðað við ov stuttari freist.

- Fyri at eitt samhugaverkfall skal vera eitt heimilað stríðsstig krevst eisini,

at høvuðsverkfallið er heimilað stríðsstig.

Tað krevst eisini, at ein ávísur interessufelagsskapur er til staðar, at samhugaverkfallið er egnað til at ávirka ósemjuna, og at samhugaverkfallið er innan fyri rímiligt mark.

- Vísandi til, at hesar treytir heilt ella partvíst ikki eru loknar í hesum føri, verður mett, at samhugaverkfallið eisini er óheimilað orsakað av hesum.

- Sum kunnugt er mál um fráboðan og freist til viðgerðar í Fasta Gerðarrætti, og tí verður ikki gjørt meir við henda spurning nú.

- Eftir umstøðunum verður heldur ikki sum nú er gjørt meira við viðurskiftini annars, sum nevnd eru omanfyri.

- Hinvegin verður boðað frá, at vit undir protest hava noterað okkum fráboðan tykkara um samhugaverkfall. Samstundis fyrihalda vit okkum øll rættindi okkara í sambandi við, at tit taka hetta óheimilaða stíðsstig harundir møguligt endurgjaldskrav, sigur lønardeildin.

Feløgini, sum fara samhugaverkfall í morgin, eru:

Føroya Tekniska Lærarafelag

Ergoterapeutfelagið

Bioanalytikarafelagið

AKF

Starvsmannafelagið

Heilsuhjálparafelagið

Fysioterapeutfelag Føroya

Almanna- og heilsurøktarafelagið

Føroya Psykiatrifelag

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Ljósmøðrafelag Føroya

Kost- og føðslufelagið