Tann bleyti oyravinarligi poppurin varð kroystur í bakgrundina til frama fyri rættiliga ráum og ópoleraðum tónleiki, tá ólavsøkukonsertin vanabundin sendi ljóðbylgjur úr Kommunuskúlagarðinum um alla Havnina leygarkvøldið og sunnunáttina.
Einir 3000 áhoyrarar høvdu keypt atgongumerki frá fyriskiparanum FUT, og hesi fingu eina rættiliga umfatandi mynd av tí, sum hendir á tí alternativa og á tí meira tyngra endanum av føroyska tónleikapallinum.











