Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, segði herfyri, at í samband við arbeiðið á Glyvursnesi og alt grótið, ið annars fer at verða tøkt í samband við boring av tunlum, eigur eitt øki á Glyvursnesi at verða lagt av til flogvøll.
Annika Olsen segði í viðmerking herfyri, at eein flogvøllur á Glyvursnesi verður helst ein treyt fyri eina vælvirkandi ferðavinnu í framtíðini, eina umfatandi útflutningsvinnu og eini vaksandi oljuvinnu.
Les eisini: Vit skulu gera flogvøll á Glyvursnesi
Jákup Sverri Kass, flogvallarstjóri, segði við KVF í gjár, at ein nýggjur flogvøllur var eitt politiskt mál og ikki var ikki neyðugur út frá núverandi tølum frá flogvøllinum, tí bæði trygd og regularitetur var á einum góðum støði.
Nýggjur flogvøllur eitt gott hugskot
Poul Michelsen, sum nú er landsstýrismaður á økinum, arbeiddi í síni tíð sum borgarstjóri, eisini fyri einum flogvølli á Glyvursnesi. Hansara sannføring er heldur ikki broytt síðan tá.
- Fortreytirnar fyri flogvøll á Glyvursnesi eru sjálvandi broyttar nógv seinastu árini. Serliga síðan Vágatunnilin kom. Tó haldi eg enn, at tað er tað rætta at leggja til rættis soleiðis, at ein flogvøllur kann koma um nøkur ár, sigur Poul Michelsen.
Hann vísir á, tað er avmarkað hvussu langur ein flogvøllur í Vágum kann verða og umstøðurnar at flúgva millum fjøll fara ongantíð at verða eins góðar sum tær á Glyvursnesi, har tað er frítt fyri at flúgva inn og út.
- Vit fara ikki at seta ein so stóra íløgu í gongd nú, men tað er rætt, eftir mínum tykki, at seta eitt øki av til flogvøll á Glyvursnesi, tí tað er ongastaðni eitt so gott øki í Føroyum til endamálið. Krøvini til ein altjóða flogvøll í samband við alt frá ferðafólki til oljuvinnu og farmaflutning gerast alsamt størri og vit hava ein góðan møguleika at nøkta tí tørvi við einum flogvølli á Glyvursnesi, sigur Poul Michelsen.