- Rætt at ógilda dómin

Høvuðspersónurin í málinum, Hans Áki Dal Christiansen, var sum vera man ovurfegin, eftir at dómsnevndin hjá hondbóltssambandinum hevði ógildað leikbannið, sum kappingarnevndin gav honum tann 20. desember.

- Eg var sera glaður fyri úrskurðin hjá dómsnevndina. Eg var sum so ongantíð í iva, at dómurin fór at blíva strikaður, men tá ein fyrst hevur fingið ein slíkan dóm, so byrjar ivin at koma. Nú haldi eg tó, at rættvísi er hent í hesum málinum.
Vi spurdu síðani Hans Áka, hvussu fer at vera við landsliðnum.
- Millum jól og nýggjár valdu vit at taka allar leikararnar av landsliðnum í samband við hetta málið, men tað var ongantíð meiningin at seta landsliðið, hvørki venjara ella leikarar, í eina ringa støðu. Eg vil bara siga, at um landsliðsvenjarin hevur brúk fyri okkum, so eru vit tøkir aftur til landsliðið.