fimleikur
tíðindaskriv
Øll úr 1. flokki og eldri kunnu luttaka - treytað av, at 4-5 luttakarar eru í liðinum. Harafturat kunnu í mesta lagi 2 í liðinum verða við í stórkappingarfimleiki.
Kappingin verður býtt í 4 bólkar: »1. til og við 2. flokkur«, »3. til og við 4. flokkur«, »5. til og við 6. flokkur« og »7. flokkur og eldri«. Eru luttakarar á sama liði í tveimum ymsum bólkum, t.d. soleiðis: Tvær ganga í 4. flokki og tríggjar ganga í 5. flokki skulu tær í bólk 3 (meðan lið har 5 gentur ganga í 4. flokki sjálvsagt fer í bólk 2). Luttakararnir kunnu væl luttaka í fleiri liðum.
Liðini seta sjálv saman fimleikaseriu og skulu hava í huga, at dømt verður eftir: Kroppsburði, hvussu tryggar genturnar eru í venjingunum, samsvar millum tónleik og venjingar og hvussu genturnar fylgjast (gera í takt).
Tónleikinum stendur liðið eisini til at finna - og eiga fimleikararnir at hava í huga, um tónleikurin hóskar til seriuna.
Tilmeldingarseðlarnir skulu vera inni sum skjótast og kappingin verður sunnudagin 25. jan. 2004 í høllini á Stórheyggi. Kappingin byrjar kl. 14.00 við bólki 1. Fyrst við innleiðandi umførum í øllum bólkum, síðani eini finalu í hvørjum bólki.
Nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerki og heiðursprógv. Øll luttakandi fáa heiðursbræv.
Seinasta freist at melda til er leygardagin 17. jan. 2004. Til ber at geva fimleikaleiðarum í Havnar Fimleikafelag tilmeldingarseðilin, ella lata hann inn hóskvøldið 15. januar 2004 í høllini á Stórheyggi, millum kl. 18.00 og 19.00. Eisini kann hann sendast við telduposti til HF@email.fo.
Reglurnar fyri innihaldi í seriunum standa í faldara, ið Havnar Fimleikafelag hevur lagið gjørt Eru spurningar til innihaldið/kappingina, verður víst til: HF@email.fo