Rútmiskur tónleikur á matiné í Havnar Kirkju

Komandi leygardag klokkan 11.30 verður aftur summarmatiné í Havnar kirkju.

Hesaferð hevur tónleikurin eitt annað snið enn hann annars hevur havt til matinéirnar, sum hava verið í summar.

Tað eru teir báðir Lyon Hansen og Torleik Mortensen, sum fara at spæla og syngja. Teir eru báðir sokallaðir »rútmiskir« tónleikarar og hava spælt á festivalum bæði í Føroyum, Danmark og aðrastaðni.

Lyon er úr Gøtu, spælir gittar og syngur. Torleik spælir kontrabas, býr og virkar sum tónleikari í Danmark. Foreldur hansara búgva í Føroyum og pápin er urguleikari í Havnar kirkju. Nú hann kemur til Føroyar at vitja, fær hann høvi til at framføra saman við vinmanninum úr Gøtu, har kona hansara eisini er frá. Á skránni verða sangir og tónleikur fyri gittar og kontrabas.