Snjóhvíta, Harry Potter, sjórænarar, dvørgarnir, einglar, motorsúkklumenn og fleir onnur løgin ella undarlig fólk gingu runt í Havnargøtum seinnapartin ólavsøkudag. Eftir teimum fylgdi ein long gonga av fólki, sum vildi síggja, hvat tey nú fóru at finna uppá. Talan var nevniliga um útisjónleikin á ólavsøku, sum var spældur kring gøturnar í býnum, har høvuðsstaðurin gjørdist til størsta pallin her á landi.
Sjórænararnir
Lagt varð út niðri á Busatanga, har sjórænararnir komu siglandi inn á land við Norðlýsinum, ið var broytt til eitt sjórænaraskip. Nakrir av teimum komu klintrandi oman ígjøgnum bergið, og teir ýldu, róptu og runnu ímillum teir mongu áskoðararnar, sum vóru komnir saman at síggja, hvat tað heila gekk út uppá.
Havnin broyttist í hesar tímarnar til ein sjórænarabý, har ymiskar søgur vórðu fortaldar á teimum ymsu pallunum.
Uppi á Tinghúsvøllinum frammanfyri Tinghúsið var ein løgin kavalkada av annars vælkendum ævintýrum sett saman. Ein potpourri við Snjóhvítu, Øskufíu, Rapunsel og øðrum varð gjørd til eina nýmótans útseting.
Snjóhvíta
Frá Tinghúsvøllinum gekk leiðin niðan á nýggja parkeringsøki uppi í Niels Winthersgøtu. Har var ævintýrið um Snjóhvítu spæld í fullum líki ? eisini hesaferð við eini heldur øðrvísi og forskrúvaðum vinkli við einum sletti av eini nýmótans framførslu.
Ónda stjúkmamman á aðru síðuni og Snjóhvíta og dvørgarnir á hinari. Tað tók eina løtu at rokna út, men tað heilt stuttliga við hesum brotinum var speglið, ið stjúkmamman hevði, ið var sett saman av fleiri motorsúkklugentum, ið komu koyrandi oman á motorsúkklum.
Eftir Snjóhvítu í Niels Winthersgøtu varð spákað oman í Vágsbotn. Á vegnum oman gjørdust húsini til ein stóran pall, har leikararnir vóru komnir inn í hús, upp á tekjur, inn í handilsvindeygu og aðrastaðni.
Inni í Tórshøll høvdu nakrir sjórænarar eina stóra veitslu, har teir hingu út gjøgnum vindeyguni og sungu »Fagra blóma«, meðan teir hvør í sínum lagi royndu at fáa hendur á tær vøkru damurnar, sum eisini hingu út gjøgnum vindeyguni.
Í einum gandahúsi við ongari útgongd ótu tey gandakøkur, meðan Harry Potter royndi síni gandakynstur uppi á tekjuni í Smiðjuni í Lítluvík.
Vestaravág-søga
Á nøkrum bingjum niðri Skálatrøð spældu tey tað, listarligi leiðarin, Marita Dalsgaard, kallaði fyri Vestaravág-søga, ið ikki sørt leiðir tankarnar aftur á vælkendu »Westside story«. Her var talan um eina blanding av banda-kríggi og tvey, ið hoyra til hvør sín banda, ið gerast góð. Kanska kundi hetta eisini minna eitt sindur um Romeo & Juliet.
Her niðri kom eisini sangur afturat leikinum saman við tónleikarum, ið sótu við ljóðførunum uppi á bingjunum.
Hvussu nógvir leikarar hava verið við í leikinum er ilt at meta um, men eina góða viku áðrenn sjónleikin, segði Marita Dalsgaard, at talan var um góðar 150 leikarar. Nógvir tónleikarar vóru eisini við. Trummur og blásiljóðføri, ið eru løtt at flyta fylgdu við og settu sín serstaka dám á.
Endabresturin
Frá Skálatrøð gekk leiðin yvir á Bryggjubakka, har tann stóri endabresturin var. Á veg yvir fingu fólk at hoyra teir fittu, ungu tónleikaeinglarnar sum stóðu á eini altan og spældu floytur og violin.
Ballónir vórðu sleptar upp í luftina og oman í garðinum komu brúðarpør, sum síðani trivu í brúðarvalsin og allir leikararnir dansaðu seg til endan á leikinum, sum sjálvandi endaligi lukkuliga.
Sjáldan er ein so stórsligin leikur at síggja á Havnargøtum, og kann ikki sigast annað, at her var talan um eina fantastiska uppseting við so lítið av eykalutum, um ein so má siga, sum møguligt.
Eisini er sjáldan, at so nógv fólk eru til sjónleik í senn, har loyvi er at tosa, roykja og tosa í fartelefon, meðan spælt verður.
Tey flestu eru á einum máli um, at útisjónleikurin átti at verið ein fastur táttur av ólavsøkuni. Men við útvarpið segði Marita Dalsgaard, at framtíðin hjá útileikinum er ótrygg og óviss, tí trupult er at fáa fígging til slíkt.
Eitt herðaklapp til sjónleikarar, tónleikarar og fyrireikarar fyri ein ótrúligan sjónleik. Og ikki minst til Elisabeth Pike, ið stóð fyri øllum teimum mongu og litføgru búnunum.