Rútmiska kórið í Hoydølum: Takk!

- Tað hevur nógv at siga, at tað arbeiðið, sum verður gjørt, eisini verður viðurkent. Tí tað er veruliga nógv arbeiði í at seta ein slíkan sangleik upp, var millum annað sagt í takkarrøðuni frá teimum, ið komu at taka ímóti herðaklappinum.

Tónleikalærararnir í Hoydølum Hans Olivur Joensen, Hans Pauli Tórgarð og nú fráfarni Zacharias Sørensen vóru týðiliga takksamir og glaðir, tá teir komu at taka ímóti herðaklappinum.

- Eftir at tann fyrsti leikurin gekk so væl, gjørdu vit av at seta leik upp annaðhvørt ár. Og við tíðini eru leikirnir blivnir alsamt størri og meiri krevjandi. Leikarar, sangarar og tónleikarar fáa nógv uppiborðið rós eftir hvørja framførðslu. Men tað fløvar veruliga, at vit, sum standa aftanfyri, eisini fáa eitt herðaklapp. Tað gevur hug at halda á, varð millum annað sagt.

Eisini tvey kvinnulig umboð úr sjálvum kórinum vóru við at taka ímóti. Onnur teirra segði stutt og greitt takk, meðan hin segði nøkur orð vegna kórluttakararnar.

--------------

Grundgeving fyri herðaklappinum

Herðaklappið verður í ár latið fleiri persónum, sum síðani 1997 hava gjørt eitt óalmindiliga stórt arbeiði, sum alt Føroya fólk hevur havt frægd av.

Við teirra ágrýtni og nærlagdni hava tey gjørt visjónir til veruleika.

Tey hava torað og sæð møguleikar heldur enn forðingar.

Støðugt eru tey gingin nýggjar leiðir, og støðugt hava tey tikið okkum á bóli við teirra evnum at samskipa, framføra og fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind.

Tey hava sett sær hægri og hægri mál, og hava fingið ungdómar úr øllum landinum við ymsum listarligum gávum við í verkætlaninar, sum hava verið listarliga meiri og meiri krevjandi. Men úrslitið hevur hvørja ferð verið framúrskarandi.

Síðani fyrstu stóru verkætlanina í 1997 hava tey annaðhvørt ár sett sangleik upp. Higartil hava leikirnir verið Skeyk, Godspell, Jósef og dreymakotið, Fame, Hair og í ár var tað Jesus Christ Superstar.

Við tónleiki, solosangi, kórsangi, dansi og leiklist eru tað ótrúliga nógvir træðrir, sum at enda fullgera stóru myndina, sum sangleikirnir hava verið. Tey hava eisini dugað væl at samstarvað við aðrar miðnámsskúlar, soleiðis, at leikararnir hava verið úr øllum landinum og úr fleiri skúlum.

Tey hava stutt og greitt eggjað ungdóminum til at dyrkað sínar listarligu gávur, og Føroya fólk hevur notið gott av tí.

Fólkini handan leikirnar hava av sínum eintingum ríkað føroyska mentanarlívið, og tað eiga tey stóra tøkk uppiborna fyri.

Tí fer herðaklappið 2010 til Rútmiska kórið í Hoydølum, sum í 13 ár hevur verið primusmotor handan hesar fantastisku sangleikirnar.