Henda gudstænastan líkist nógv einari vanligari gudstænastu, tá ið hugsað verður um ymisku liðini í eini gudstænastu. Tó er hon øðrvísi, tá ið tað kemur til sangin og tónleikin. Ístaðin fyri urgu er tað ein tónleikabólkur, sum spælir undir til felagssangin, sum bæði eru sálmar og nýggjari sangir.
##med2##
Eisini er hon øðrvísi, við at borð standa í kirkjuni, har foreldur kunnu sita við børnum sínum undir gudstænastuni. Meðan børnini sita og tekna, kunnu foreldrini fylgja við gudstænastuni.
##med3##
##med4##