Ráð til løgmann

Sum kunnugt hevur løg­mað­ur okkara sagt, at hann vil út­byggja samferðslukervið, so koyrandi verður millum stóru oyggjar okkara.
Aðrastaðni er tað so, at øll tey, ið starvast í fyrisitingini, sita á varðhaldi og lurta eftir, hvat ið ráðharrar vilja gera, og so leggja tey á vaðið fyri at vísa oddamanni sínum, hvussu tað, hann ynskir, kann setast í verk.
Tíverri hoyrist ikki nógv um, at løgmaður fær góð ráð um, hvussu hann skal frem­ja tað tiltak, honum hug­ar. Tí er øll orsøk til, at vit vanligu borgarar, hó­ast óbidnir, hugsa gjølla um eitt so týdningarmikið mál og koma við okkara grund­gev­ing­um fyri, at tað lø­g­mað­ur vil, er tað rætta, og hvussu vit saman kunnu røkka hesum máli.

Hvat er problemið?
Nú eru hundrað ár liðin, síða­ni fyrstu vegirnir vórðu gjørd­ir millum bygdir í Før­oy­um. Minni enn øld er far­in síðan fyrstu bilarnir komu higar. Nú hava vit 25.000 bilar, og hvør einasti bil­eig­ari vil fegin sleppa at koyra so víða sum til ber við sín­um egna akfari. Fyri at koma hesum ynski á møti hava vit útbygt okkara sam­ferðslu­kervi. Vit hava ikki bert gjørt vegir, men hava eisi­ni fingið okkum ferjur við havnarløgum, so tað ber til at koma við bilum um firðir og sund. Vegirnir eru batnaðir, og í støðum hev­ur tað verið hóskandi at gjørt tunlar. Fyri einari fjórð­ings­øld síðani var farið undir at gera tunlar niðan sjóvar fyri at sleppa undan ferjum, tí hild­ið var, at tann tænasta, tær veittu, ikki var tíðarbær. Bil­eigar­ar vildu sleppa at koyra júst tá tað lá fyri hjá teim­um sjálvum, og vildu sleppa undan at standa í bíðirøð fyri at sleppa oyggja millum.
Henda útbygging av sam­ferðslu­kervi okkara er ikki liðug, og tað løgmaður vil, er at ganga teimum á møti, sum vilja betra um sam­ferðslu­kervið við at fáa betri veg­ir og tunlar, eins og gera undirsjóvartunlar til tær høvuðsoyggjar, sum fram­vegis mugu duva upp á ferj­ur­nar.

Kann samferðslu­kervið útbyggjast?
Er nakað tekniskt, ið forð­ar fyri at vit bøta um vegasamband okkara og gera tunlar niðan sjóvar til stóru ferjuoyggjarnar?
Tann stóri bitin er jú Suður­oyggin, tí langt er til hana. Men nú hevur Lands­verk víst á, at henda verk­ætl­an kann útinnast. Tað fer at bera til hjá einum hvalb­ingi at koma eins skjótt til Havnar sum hjá ein­um vestmenningi!
Allar Føroyar koma tá upp í veganetið. Tað fer at bera til at búgva har einum hóv­ar, og sleppa heimanifrá til arbeiðis hvønn morgun utt­an mun til hvar ein býr í Føroyum. Land okkara fer at gerast kappingarført við onnur lond, og vinna og ment­an fara at hava fast und­ir føti.
Hetta letur seg tí­verri ikki gera eftir ein­um degi. Tað sigst, at Suð­ur­oy­ar­tunnilin tekur eini 8 ár at gera. Einki er til tó til hindurs fyri, at hinar smærri verkætlanirnar kun­nu gerast samstundis, men realistiskt er at gera sær greitt, at minst hetta tíðar­skeið krevst til hesa heild­ar­loysn.
Tíbetur eru vit ikki í ES, og tí kunnu vit bjóða hvønn part sær av verkætlanini út millum tveir føroyskar arbeiðs­tak­arar, og so lata tann bíligara sleppa at gera arbeið­ið. Føroyingar hava mang­an prógvað, at teir meg­na at útinna stórverk, og tí hevði arbeiðið verið í góð­um hondum hjá okkara dugna­ligu fyritøkum.

Er hetta fíggjarliga forsvarligt?
Tað er sjálvsagt gott, at vit tekniskt kunnu megna ein setn­ing sum hendan. Men hava vit ráð at taka eitt slíkt megnartak?
Sum er brúka vit stórar upp­hæddir til okkara sam­ferðslu­kervi, og tað verður gold­ið av okkum sjálvum. Vit gjalda fyri okkara havnir og flogvøll, landsvegir, kom­m­­u­nu­­vegir, og fyri ferj­ur­­nar við.
Fyri at taka Suðuroynna, so er nettohallið av ferjuni, ið hagar siglur, 61 milliónur krónur um árið, sum allir skattgjaldarar, eisini suðr­ing­ar, mugu gjalda. Har­um­framt verður tikið gjald fyri fólk og fæ, sum nýta far­leið­ina.
Ferjan leggur hald á atløgu­pláss í Tórshavn og á Tvør­oyri, og hesi pláss eru dýr. Harumframt er vert at hava í huga, at tann dagur kem­ur, tá skipið verður lagt, og nýtt skal fáast í stað­in fyri. Tað ber til at gera eina meting av hvat ið hes­in kostnaður er í einum 8-ára skeiði. Samsvarandi met­­ing­­ar kunnu gerast við aðr­ar tættir av okkara sam­ferðslu­kervi, og tá kemur fram, at talan er um stórar upp­hæddir, sum vit undir øll­um umstøðum koma at gjalda bara við at lata stan­da til.
Seta vit okkum fyri at gera neyðugu íløgurnar í sam­ferðslukervi okkara, fara vit at gjalda meir í hes­um tíðarskeiði, men tá tað er farið, koma árligu rakstr­ar­útreiðslur okkara at minka heilt munandi, og vit fara tí at hava beinleiðis vinn­ing av íløguni. Tað er hetta, sum løgmaður okkara hev­ur sæð.
Greitt er, at tað hav, vit sku­lu lyfta, er tungt, men einki bendir á, at vit ikki fara at megna at lyfta tað. Løg­maður fær undirtøku manna millum fyri hesum sjón­ar­miði. Longu tá Vága­tunnilin kom, segði tá­ver­andi løgmaður Anfinn Kalls­berg, at vit sjálvandi eisini skuldu gera tað koyrandi til Suður­oyar.
Hvussu væl tað í smá­lutum loysir seg, er nakað sum dugnaligu starvsfólk løg­­mans kunnu greiða hon­um frá.
Eftir er bert at finna út av, hvussu neyðuga upphæddin skal fáast til vega. Her eru nógv­ir møguleikar í at velja. Eitt er tó greitt, og tað er, at vit øll fara at hefta fyri íløgu­na eins væl og vit hefta fyri árligu útreiðslurnar av ver­andi skipan og svíða fyri óneyð­ugu vansarnar av hen­ni. Tað er sjálvandi ringt at vera stjórnmálamaður og álegg­ja veljarunum byrðar, men vert er at minnast til, at umráðandi er, at fólk eru glað fyri tað, sum verður gjørt, og royndir vísa, at fólk ikki eru glað fyri nakað utt­an so at tey gjalda fyri tað!
Einki er at ivast í, at um so var, at løgmaður legði fram eitt slíkt uppskot, hevði tað fingið alstóra undir­­tøku bæði manna mill­um og á tingi, og at tað hevði ver­ið samtykt. Tjóð okkara hevði fingið nýggja vón, og teir stjórnmálamenn, sum høv­du verið við at tikið hetta megnartak, høvdu so manni­liga rist navn sítt í søgu okkara.