Ráð til Afganistan men ikki Føroyar

- Tað er ein redaktionell avgerð at senda tíðindafólk til Afganistan, og tað verður gjørt fyri at fáa ein føroyskan vinkul upp á stríðið har, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Fyrradagin kom fram, at Kringvarpið hevur tikið avgerð um, at senda ein tíðindamann til Afganistan at dekka stríðið í landinum. Spurningurin var so, hví tað er neyðugt við einum tíðindamanni í fjarskotna landinum at dekka tíðindi, sum altjóða tíðindastovur framman undan dekka.
- Tað redaktionella valið liggur á tíðindadeildini, men tað, sum sjálvandi er áhugavert er, at uppliva kríggið við føroyskum eygum. Tað er ein føroyingur har niðri, og tað halda vit er ógvuliga áhugavert. Gjøgnnum ríkisfelagsskapin eru vit jú í kríggj, sigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpinum.
At tað so júst gjørdist Afganistan, sigur Annika Mittún Jacobsen vera eitt redaktionelt val.
Tað finnast jú føroyingar, sum liva í vanda hvønn enasta dag aðrastaðni enn í Afganistan. Til dømis løgreglumenn mitt í bandastríðnum í Keypmannahavn, ella sjómenn í sigling framvið Somalisku strondini.
- At tað júst gjørdist Afganistan kemst helst av, at vit kunnu gera tað saman við øðrum á ein tryggan hátt. Júst hvat liggur til grund fyri tað redaktionella valið, dugi eg ikki at sigur Annika Mittún Jacobsen.

Saman við Dimmu
Eitt, sum kanska undrar mangan lurtara og hyggjara, er raðfestingin av pengunum hjá Kringvarpinum. Eitt nú eru ikki ráð at senda landsdystirnar hjá Føroyum á útivølli, tað eru ikki ráð at nøkta føroyska tíðindamarknaðin á fullgóðan hátt, men kortini hevur Kringvarpið ráð at senda tíðindafólk til Afganistan.
- Vit hava ikki ráð til alt, og tí mugu vit raðfesta, og í hesum førinum hava vit mett tað hava týdning at verða við á einum markamóti, har tað er kríggj, og síggja tað við føroyskum eygum, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Hon viðgongur, at vit uttan mun til høvdu sæð alt kortini, men mett verður altso, at pengarnir eru væl nýttir til einar føroyskar brillur í Afganistan.
Almenna Kringvarpið hevur í hesum føri valt at ganga hond í hond við ein annan privatan føroyskan miðil, men Annika Mittún Jacobsen dugir ikki at siga, hvussu tað samstarvið er komið í lag.
- Nei, tað veit eg ikki nágreiniliga, men orsøkin til at vit fara inn í eitt samstarv í hesum føri er eisini, at vit so kunnu útføra uppgávuna til ein rímiligan penga, sigur Annika Mittún Jacobsen.