Listaframsýning við Randi Samsonsen og Rannvá Holm Mortensen verður í næstu viku í listafólkabústaðinum í Tjørnuvík.
Fernisering verður mánadagin 17. september 2018 kl. 17-19 og framsýningin er opin 17. - 22. september 2018, hvønn dag kl. 17-19.
Á framsýningini vísa listakvinnurnar tveydimensional og rúmlig verk. Framsýningin er partur av Mentanardøgunum í Sunda Kommunu, skrivar LISA, Listafólkasamband Føroya, í tíðindaskrivi.