Føroyingar drekka ikki meira eftir at vit hava havt fría rúsdrekkasølu nú í sjey ár. Stór stúranin hjá teimum ivandi, tá lógin varð broytt verður gjørd til skammar av hagtølunum frá Hagstovuni.
Rúsdrekkanýtslan er nevniliga lækkandi. Í 1991, tá føroyingurin var heilt óspiltur av fríari rúsdrekkasølu varð drukkið umroknað til reint alkohol 6.7 litrar av reinum alkoholi pr. fólk yvir 15 ár. Aftan á at vit høvdu fingið rúsdrekkasøluna í 1992 lækkaði rúsdrekkanýtslan pr. fólk í fleiri ár og ikki fyrr enn í 1995 kundu vit síggja eina hækking. Tá varð drukkið 7,2 litrar av reinum alkoholi pr. fólk. Hetta talið lækkaði so aftur í 1997 niður á 7.0 litur pr. fólk yvir 15 ár. Í fjør var nýtslan 7.0 litur pr. fólk yvir 15 ár.
Føroyingar nýtast heldur ikki at skammast í mun til okkara grannalond, tá tað snýr seg um rúsdrekkanýtsu. Vit liggja væl fyri røttu megin. Danir eru munandi meira váttligir. Her var í fjør drukkið 12 litur av reinum alkoholi pr. fólk yvir 15 ár. Í Grønlandi uppaftur meira, 13.2 litur. Noreg og Ísland hava lægri tøl 4,6 litrar pr. fólk. Vælvitandi keldur vilja vera við, at norsku tølini ikki eru álítandi, tí í Noregi er rúsdrekka so dýrt, at fólk ikki hava ráð at keypa. Har verður tí størsta nøgdin av rúsdrekkanum heimabrent og hesin parturin finnst enn ikki í almennu hagtølunum.
justinus