Móttøka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjadagin var móttøka á Tórshavnar Skipasmiðju í sambandi við, at skipasmiðjan hevur fingið nýggjan stjóra.
Maðurin, sum er settur í stjórastarvið, er Eyðfinn Egholm, ið avloysir Gunnar Mohr, sum tók við eftir faðir sín, Poul Mohr. Slóðarin, Kjartan Mohr, sáli, var sum flestum kunnugt pápi Poul og abbi júst fráfarna stjóran.
Eini 250 fólk vóru til móttøkuna, sum byrjaði klokkan 15 og endaði klokkan 17. Ein hópur av fólki nýttu soleiðis høvi at heilsa fráfarna og nýggja stjóranum. Millum tey, sum vóru við til móttøkuna, vóru eisini nøkur av teimum 130 fólkunum, sum arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju og høvdu fingið frí til høvið.
Aðrir gestir vóru umboð fyri eigararnar, fíggingarstovnar, tryggingarfeløg, viðskiftafólk og samstarvsfelagar hjá skipasmiðjuni annars.
Nøkur orð
Eyðfinn Egholm gjørdist nevndarformaður í felagnum aftanfyri Tórshavnar Skipasmiðju hin 1. juni 2007. Síðan hann bleiv settur stjóri og fór úr nevndarformanssessinum, hevur Anfinn Olsen, sum frammanundan var í nevndini, verið nevndarformaður gjøgnum íløgufelagið Notio, sum eigur partapeningin í skipasmiðjuni.
Eingin beinleiðis skrá var til móttøkuna, men við byrjanina greiddi Eyðfinn Egholm frá, hvat fór at henda undir haldinum. Nevndarformaðurin, Anfinn Olsen, Gunnar Mohr og hann sjálvur fóru at siga nøkur orð.
Gunnar Mohr segði nøkur orð um sínar uppfatanir av uppgávuni hjá skipasmiðjuni og treiv aftur í søguna, hvussu verið hevur upp gjøgnum tíðirnar.
Vit fara í einum øðrum blaði at venda aftur til ymiskt av tí, sum Gunnar segði.
Eyðfinn Egholm segði, at hann og Gunnar hava havt eitt neyvt samskifti um viðurskiftini, síðan tað í fjør heyst gjørdist greitt, at Tórshavnar Skipasmiðja skuldi hava nýggjan stjóra, og at hann fór at gerast eftirmaðurin. Soleiðis er hann væl inni í teimum viðurskiftum og sáttmálum, sum skipasmiðjan hevur.
Neyvt samstarv
Nýggi stjórin hevur starvast sum tekniskur stjóri á donsku sukurfyritøkuni Danisco Sugar í Nykøbing seinastu 14 árini, og hann var ikki leysur í hesum starvi fyrr enn 18. januar.
Eyðfinn legði dent á, at hann sum stjóri í Tórshavnar Skipasmiðju vónar at fáa eitt gott samstarv við fiskiskipaflotan og viðskiftafólk hjá felagnum annars.
- Eitt slíkt samstarv hevur stóran týdning fyri báðar partar, soleiðis at vit kunnu brúka tíðina og orkuna sum best. Kemur alt í rendum, eru fyritreytirnar ikki tær bestu. Tí hevur tað nógv at siga fyri báðar partar, at tætt samstarv er.
Nýggi stjórin vendi sær eisini til arbeiðsfólkið á skipasmiðjuni og segði, at eitt av hansara málum og ynskjum er at skapa trivnað og tryggleika í arbeiðnum.
- Skipasmiðjan hevur verið eitt gott og støðugt arbeiðspláss. Tað er tí umráðandi, at fólkið heldur fram at trívast, og tað er eisini umráðandi, at tryggleikin í arbeiðnum verður í hásæti, segði hann.
Stuttligar hendingar
Poul Mohr, sum í mong ár var ímyndin av Tórshavnar Skipasmiðju, segði eisini nøkur orð, og hann tók fram ymiskar hendingar.
Hann vísti eisini á ta menning, sum hevur verið á skipasmiðjuni og vísti við skemtiligum vendingum á munin millum føroyskan hugburð og hugburðin hjá eitt nú slipsamonnum í útlandinum, sum skipasmiðjan gjøgnum árini hevur samstarvað við.
Poul Mohr kann so sanniliga vera álvarsamur, men hann kann eisini vera óføra skemtiligur, tá ið hann er í tí rætta “essinum”, og tað var hann eisini við móttøkuna á Tórshavnar Skipasmiðju fríggjadagin.
Móttøkan eydnaðist sera væl, og nýggi stjórin fekk eisini høvi at hitta fleiri av teimum viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur kring um landið.