Ráðstevnur og uttanseturs íkast

Seinastu tvey árini hevur virksemið á Setrinum verið merkt av ráðstevnum og uttanseturs íkasti til fíggingina av nýggjum virksemi, sigur Malan Marnarsdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya í ársfrágreiðingini

ÁRSFRÁGREIÐING

Ársfrágreiðingin frá Fróðskaparsetri Føroya fyri 2000 og 2001 er komin. Í innganginum ger rektarin á Setrinum vart við afturvendandi hølistrupulleikar. Hóast nakrar batar á hølistørvinum seinastu tvey árini, er enn neyðugt at fara til grannarnar at biðja um innivist, tá ið undirvísast skal. Ein glotti er tó at hóma. Løgtingið hevur játtað pening á fíggjarlógini fyri í ár at fara undir projektering av nýggjum Fróðskaparsetri. Fróðskaparsetur Føroya fekk í 25 ára føðingardagsgávu fyri 12 árum síðani eitt grundøki í Marknagili frá Tórshavnar Býráð.
Í ársfrágreiðingini eru annars tríggjar greinir. Eivind Weihe, lektari á Føroyamálsdeildini, greiðir frá sjáldsomum kvæðahandriti hjá Jógvan uppi á Reyni á Kirkju. Knud Simonsen, lektari, ph.d. á Náttúruvísindadeildini, skrivar um teldutøkt streymkort fyri allar Føroyar, og Erland Viberg Joensen, ph.d.-studentur, umrøður arbeiðarasøgu í Havn.
Ráðstevnur, verkstovur og tiltøk, sum Fróðskaparsetrið hevur staðið fyri seinastu tvey árini, verða eisini umrødd.
Í menningarætlan fyri árini 2001-2004 hevur Setrið lýst fleiri umfatandi tiltøk, sum hava til endamáls at víðka og menna virksemið. Játtanin á løgtingsfíggjarlógini er vaksin og partar av menningarætlanini eru settir í verk. Stovnurin er komin longri á onkrum øki enn løgtingsjáttanin røkkur til, takkað verið aðrari fígging.