330 granskarar, frá fleiri ymiskum londum, verða við á stóru ráðstevnuni um Arktis, sum byrjar í Nuuk í morgin. Tað verða umleið 150 fyrilestrar um granskingarúrslit av arktiska økinum, sigur granskarin Birger Poppel, ið er varðaforseti í ICASS (International Congress of Arctic Social Sciences), sum fyriskipar ráðstevnuna.
Tað verður luttøka úr USA, Kanada, Norra og Ruslandi. Ráðstevnan kemur at viðgera nógv ymisk evni.
Evnini verða: Mál, mentan, politikkur, livilíkindir og socialu umstøðurnar í Arktis.
Eisini fleiri grønlendingar verða við á ráðstevnuni.