Ráðstevnan setir kikaran á Føroyar - uttan fyri ES

Fyrilestrarnir eru viðkomandi, bæði hjá eintaklingum og virkjum, og ráðstevnan verður hildin á skandinaviskum og á enskum máli

Altjóða vinnustevnan Faro­expo, sum verður í døgunum 23.-25. oktober, hevur nógv áhuga­vert at bjóða lut­takar­unum. Umframt parten­ar­ia­tið, sum hesaferð verður hild­ið í ítróttarhøllini á Skála, verð­ur ein almenn ráðstevna í Løkshøll.
Almenna Faroexpo-ráð­stevnan verður hildin fríggja­dag­in 25. oktober. Lagt verð­ur fyri klokkan 13, og liðugt er klokkan 16.45. Heitið á ráð­stevnuni í ár er ”Føroyska fiski­vinn­an uttan fyri ES".
Tað verða fimm fyri­lestr­ar­haldarar, umframt eitt kjakpanel, sum fara at myn­da ráðstevnuna, sum er býtt upp í tveir partar. Hin fyrri parturin, sum verður fyri steðgin, verður nevndur ”Ver­andi marknaðarstøða” - og hin seinni ”Nýggj mark­nað­ar­støða”.
Eftir framløgurnar verð­ur skipað fyri einum kjak­paneli, har Uni Arge verður orð­stýrari.

Fyrilestrar
Torstein Solem, sum er dag­ligur leiðari hjá Norsk Pelag­isk Forening, fer at tosa um fiskivinnusamstarvið við bæði Føroyar og ES. Hann fer eisini at greiða frá teimum sjón­ar­miðum, sum norska vinnan hevur í mun til før­oysku støðuna í fiski­vinnu­høpi.
Bogi Simonsen, sum um­­boðar fyritøkuna North Pelagic, fer at tosa um nýggju mar­k­nað­ar­støðuna og um, hvussu upp­sjóv­ar­vinn­an fótar sær, síðan ES forð­ing­ar­nar vórðu kunn­gjørdar. Hann fer eisini at greiða frá teirra útlitum og ætlanum.
ES setir krøv og av­markingar, og ES ber seg skeivt at viðhvørt, men ES tryggj­ar stabilitet í Europa. ES kann geva okkara vinnu teir møguleikar, henni tørvar. Skulu Føroyar mennast, kun­nu vit ikki velja ES frá. Hetta er eitt nú tað, sum Sjúrð­ur Skaale, føroyskt fólka­tings­um­boð, fer at tosa um í síni fram­løgu.
Gustaf Baldvinsson er sølustjóri hjá Seagold í Bretlandi og Ice Fresh Sea­food í Íslandi, sum bæði eru dóttirfeløg hjá Samherja. Við støði í royndunum hjá ís­lend­ing­um fer Gustaf Bald­v­ins­s­on at greiða frá teirra roynd­um á altjóða mark­nað­um. Eisini gevur hann sítt boð uppá, hvussu ein komandi mark­nað­arstøða fyri Føroyar kann síggja út.
Á ráðstevnuni fer Bergur Poul­sen, formaður í Føroya Arbeiðs­gevarafelag og fyrr­verandi stjóri á Havsbrún, at tosa um tær avleiðingar, sum ES forðingarnar hava fyri aðrar vinnur í Føroyum.
Fyrilestrarnir eru við­komandi, bæði hjá ein­stak­­lingum og virkjum, og ráðstevnan verður hildin á skand­i­naviskum og á enskum máli. Kunning og tilmelding á www.faroexpo.fo
Høvið verður eisini at seta fyri­lestrarhaldarunum spurn­ing­ar.
- Um luttikið verður á ráð­stevnuni, ber eisini til at tekna seg til veitsludøgurðan, sum verður hildin í nýggja Skóta­húsinum við Løkin fríggjakvøldið 25. oktober klokkan 19.00, verður sagt á VRG á Høgabólki, ið fyriskipar Faroexpo.