Ráðstevnan "Kvinnur sum leiðarar" við m.a. luttøku av Pernille Aalund, er fullteknað. Bert tríggjar dagar eftir at heimasíðan www.olivant.fo/radstevna var almannakunngjørd, varð fult hús. Eini 60-70 fólk standa á bíðilista.
Fyrireikarnir eru sera fegnir um tann ovurhondstóra áhugan.
Ráðstevnan verður komandi fríggjadag 13. juni 2003 í Gamla Meiarínum, í hølunum hjá Leikhúsinum Gríma. Umframt Pernille Aalund verður eisini høvi at hoyra innlegg hjá Joan Petersen, Andras Róin og fleiri føroyskum kvinnum.