Um dagarnar hittast granskarar úr fleiri londum í Reykjavík, har eitt nú verður tosað um aling í útjaðaraøkjum.
- Evnið er innovatión við atliti at, hvussu til ber at fáa mest møguligan burðardyggan vøkstur í alivinnu. Hugt verður at avbjóðingum og møguleikum hjá alarum í útjaðaraøkjum fyri norðan og í Arktis.
Á Fiskaaling vita tey at siga, at luttakararnir á ráðstevnuni í Reykjavík eru úr Skotlandi, Írlandi, Noregi, Íslandi og Føroyum.
Fiskaaling er umboðað á ráðstevnuni av Knud Simonsen, granskingarleiðara, og tíðindaskriv frá ráðstevnuni kann lesast um heimasíðuna hjá Fiskaaling - www.fiskaaling.fo