Ráðstevna um veðurlagið í september

– Her á klettunum síggjast nú týðuliga árini av globalu veðurlagsbroytingunum. Vit hava nógv meira av vindi og avfalli. Eisini hitna heimshøvini og eisini hjá okkum hitnar sjógvurin.

Tað sigur Johan Mortensen í Havn, sum skipar fyri eini veðurlagsráðstevnu í Norðurlandahúsinum 12. september.

– Hendan ráðstevnan hevur serliga atlit til Føroyar og hvønn týdning heitari sjógvur er at fáa fyri okkara fiskiskap, aling og búðskap, sigur Johan Mortensen.

Altjóða granskarar og føroyskir granskarar fara at leggja fram, sigur hann og leggur afturat:

– Ráðstevnan verður í Føroya Banka-vikuni, so Føroya Banki fer eisini at verða umrøddur.