Ráðstevna
Í altjóða handli og í samskifti innan fiskivinnuna verða sett støðugt størri krøv og ynskir til sporføri frá veiðu til lidnu vøruna, vísir Vinnuhúsið á í tíðindabrævi.
- Endamálið við ráðstevnuni, sum verður í Mentanarhúsinum, er at fáa sporføri á dagskránna í føroyska kjakinum, og soleiðis verða við til at seta eina menning í gongd á hesum øki, verður sagt.
Ráðstevnan, 14. januar, verður sett av Jørgeni Niclasen, landsstýrimanni í fiskivinnumálum.
Evnini, sum verða viðgjørd, eru hesi: Trace Fish standardurin fyri alifisk (Jostein Storøy frá SINTEF í Noregi, sum var formaður í arbeiðsbólkinum fyri alifiski, greiðir frá hesum standardi), Elektroniskar logbøkur og aðrir hentleikar umborð á skipum (Kristján Gislason frá RADIOMIÐUN greiðir frá um elektroniskar hentleikar í veiðiliðnum), Sporføri í føroyskari fiskivinnu (Poul Johannes Østerø frá COM-DATA greiðir frá dataflow í føroysku fiskivinnuni - hvør framleiðir data, hvør sendir til hvønn, og nær og hví missa vit sporførið), Tann føroyska sporførisvisiónin (Jørleif Bech frá COM-DATA greiðir frá, hvat ein total sporførisskipan kann upplýsa. Her verður víst, hvussu ein vanligur keypari í París kann fáa atgongd til allar møguligar upplýsingar, ið snúgva seg um júst ta føroysku fiskavøruna).
Vinnuhúsið sigur, at ráðstevnan er fyri innboðin, og væntandi luttaka umboð fyri ein stóran part av fyritøkunum, ið starvast innan føroysku fiskivinnuna, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Eisini verða umboð fyri almennar fyritøkur og stovnar, ið hava við fiskivinnuna at gera, við á ráðstevnuni.
Tað er Fiskivinnuroyndir, sum stuðla ráðstevnuni, og Virkisráðgevingin tekur sær av umsitingarliga partinum.