Ráðstevna um burturkast á sjónum

Í november verður norðurlendsk ráðstevna í Føroyum um burturkast frá skipum og móttøkuskipanir í havnum. Ráðstevnan, ið er stuðlað av Norðurlendska ráðharraráðnum, verður hildin á Hotel Føroyum. Heilsufrøðiliga starvsstovan samskipar tiltakið, og roknað verður við luttakarum úr øllum Norðurlondum. Ráðstevnan er opin fyri øllum, men vendir sær serliga til manningar, reiðarar, havnarfútar, skipaeftirlit og onnur, ið vara av hesum.