Tann 26 mai verður stór ráðstevna á Hotel Føroyum um ?Universelt design? og tað er føroyadeildin hjá Norrønum Vegforum, sum skipar fyri. Men sagt á vanligum málið er ráðstevnan um atkomuviðurskiftini hjá fólki við niðursettum førleika.
Ráðstevnan er fingin í lag í sambandi við, at ein av undirnevndunum í NVF, Atkoma, hevur fund í Føroyum.
Hetta er ein nevnd, sum arbeiðir fyri at atlit altíð verða tikin til atkomuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum í sambandi við, at samferðslukervið verður ment.
Í desember 2009 kom nýggj kunngerð sum ásetir, at tað skal skipast soleiðis fyri, at tað skal bera til hjá rørslutarnaðum at ferðast allastaðni í samfelagnum.
- Tey skulu ikki møta forðingum, sum gera, at tey sjálvi ikki fáa útynt ørindi, ið vit í dag halda verða sjálvsøld.
- Dømi um hetta er at fara til handils, í banka, á bókasavn, á matstovu, o.s.fr.
Í hesum sambandi verður dentur eisini lagdur á, verður hugsað um viðurskiftini hjá rørslutarnaðum longu tá í verkætlanir verða gjørdar, kostar tað lítið og onki eyka. Hinvegin kann tað verða rættiliga dýrt at broyta umstøður, ið ikki hóska til rørslutarn.
Meldast skal til ráðstevnuna og tað skal vera í seinasta lagi 23. mai hjá Palla Mortensen, sum er limur í atkomubólkinum.
Honum fæst fatur á á Hjálpitólarmiðstøðini, har hann er leiðari.
Ráðstevnan er at kalla almenn, tí fyrireikararnir siga, at hon er ætlað landspolitikkarar, ið varða av heilsu- og trivnaðarmálum, vinnumálum og samferðslumálum.
Harafturat er hon ætlað kommunupolitikum ið varða av heilsu- og trivnaðarmálum, vinnumálum, samferðslumálum, byggi og býarskipanarmálum.
Hon er eisini ætlað arkitektum, verkfrøðingum og byggifrøðingar í landsfyrisitingini, kommunalu fyrisitingunum og í privatu vinnun.
Og at enda er hon ætlað áhugafeløgum og øðrum áhugaðum.