Í morgin, hósdagin, verður altjóða ráðstevna hildin í Kongshøll um etikk í heilsurøkt og gransking.
Ráðstevnan fer at viðgera teir stóru etisku spurningarnar í heilsuverkinum, eitt nú, hvørja atgongd skulu vit hava til heilsutænastur, raðfestingingar á heilsuøkinum, privatlív og trúnaðarviðurskifti.
Eitt annað evnið, sum verður viðgjørt á ráðstevnuni, er stigmatisering í sambandi við heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum, og tey fara at kjakast um hvussu hesir viðurskifti kunnu loysast.
Tað er The Nordic Committe on Bioethics, NCBio, sum er ein nevnd undir NordForsk og Norðurlandaráðnum, sum skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.
Súsanna Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, er eygleiðari fyri Føroyar í Nordic Committee on Bioethics og hon hevur verið við í fyrireikingini síðani tað var avgjørt at halda ráðstevnuna í Føroyum.
– Hetta er sera viðkomandi fyri Føroyar, tí vit hava avbjóðingar hvønn sum fylgja við tí at vera eitt lítið samfelag, serliga á heilsuøkinum, sigur Súsanna Mortensen í eini fráboðan, nú ráðstevnan verður í Føroyum.
Ráðstevnan er fyri øll, sum hava áhuga í hesum viðurskiftum. Heilsustarvsfólk, granskarar, lesandi og øll, sum hava áhuga, kunnu vera við á ráðstevnunum ókeypis, og higartil hava eini 100 fólk teknað seg.
Ráðstevnan er løgd soleiðis til rættis, at tað verða fleiri fleiri ítøkilig dømi brúkt og hetta ger tað meira viðkomandi fyri almenningin, og lættari fyri vanlig fólk at kenna seg aftur, verður sagt í fráboðanini.