Ræstar greipur og fokus á nøkur bílig skoraði stig.

Jákup á Stongum
----

Sum fyrsta felag nakrantíð (?) megnaði Sørvágs Ítróttarfelag at vinna dupulta greipu, sambart vanligum reglum. Í februar vann SÍ báðar steypafinalurnar og við sigrinum sunnudagin, kvinnurnar á KÍF og mennirnir á Mjølnir, endaðu bæði SÍ-liðini á ovastau rók í FM-kappingini.
Men reglurnar eru broyttar. Broyttar soleiðis at nummar tvey fær nøkur bílig -ókeypis- stig upp á javnt við oddaliðið, og so skulu finalur leikast. Ikki ein, ikki tvær, men heilar tríggjar í tali. Spurningurin er so um hesar finalur, har nummar tvey hevur alt at vinna og nummar eitt hevur alt at tapa, tænir føroyskum flogbólti.
Øll vita, at tað sum hevur ment og sett Sørvágs Ítróttarfelag á ovastu rók í føroyskum flogbólti, er eitt megnar ungdómseirbeiði yvir áratíggir. Fokus er sett á góðar venjarar. Foreldur, felag og viðhaldsfólk ríða í dag á eini sólskinssøgu har allur heiður fellur nærumhvørvinum í lut.
Ikki eitt stig er fingið ókeypis. Tær løturnar fokus var á, tá liðið baksaðist aftast, var tá ið vit bjóðaðu teim stóru av. Tá varð onkur løtan, fjølmiðlaheimurin fekk eyga á okkum, og vit komu í sjónvarpið.
Hvørjum tæna tær broyttu viðtøkurnar. Tæna tær teimum sum baksast við at byggja upp? Gevur tað nakra sum helst meining at fáa fjølmiðlarnar, at seta enn meiri fokus á einasta fokus teir hava frammanundan. Tænir tað nøkrum endamáli at mergsúgva trúgvastu viðhaldsfólkini fyri seinasta dropan í trimum finalum, sum framhaldandi bara hava fokus á teimum bestu?
Eitt talandi dømi er dysturin nú sunnudagin, okkara kvinnur vóru og vitjaðu KÍF. Hetta skuldi verið dysturin tá tær úr KÍF vóru settar eitt lítið sindur í fokus. Settar í fokus tí tær tóku ímóti meistarunum triðja árið á rað. Kanska sett fokus á teirra trupla veg í bestu deildina. Fokus á mistar leikarar, og nøkur onnur bílig stig, givin til eitt annað felag sum ikki sjálvt megnaði vegin í bestu deildina. Men heldur ikki hendan dagin var fokus á unga KÍF-liðnum.
Sama kann sigast um mjølnirdystin hjá monnum. Her kundi Mjølnir havt bygt seg upp til endabrak á heimavølli. Men onki sús. Bíða, bíða! Vit fara til Eiðis komandi tríggjar vikurnar! Tá mugu tit øll koma og stuðla okkum.
Flogbóltssambandið hevur gjørt eitt megnararbeiði við steypafinalunum. Flogbólturin í fokus frá síni bestu síðu, har liðið við besta dagsforminum vinnur. Men! Í hesum døgum skal fokus ikki vera á tveyarar og dagsform, men á tí liði og felagi, ella á øllum teimum, sum royndust best samanlagt gjøgnum árið, ikki minst á teim yngru deildunum. Spennandi verður eisini at fylgja monnunum hjá TB og nýggju eysturoyarliðunum.
Summa summarum má verða, at ókeypis fingin, ella givin stig, er stokkutur fløvi fyri føroyskan flogbólt. Sum at pissa í lógvan.
Einasta felag sum kan vinna FM-heitið, anno 2010, í báðum teimum bestu flogbóltsdeildunum, uttan nøkur ókeypis stig, er Sørvágs Ítróttarfelag! Livst so spyrst!