– Vit fletta alt her hjá okkum í Trongisvági og ræsa tað í hjallinum hjá okkum, áðrenn tað verður latið víðari, sigur Petur Karl av Rana, bóndi í Trongisvági.
Fyri fýra árum síðani fekk hann góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at vera veitari av føroyskum matvørum.
– Vit høvdu longu fingið okkum tað, sum kravdist, áðrenn. Tað var ikki nógv, sum skuldi til afturat, fyri at fáa góðkenningina. Hetta hava bøndur skil fyri. Tað, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan serliga setur krav um, er gott flettingarrúm, reinføri og góðan hjall, sigur Petur Karl av Rana.
Góðar umstøður at fletta
Seyðabóndin hevur fleiri fólk at hjálpa sær um heystið, tá ið flett verður.
– Vit hava góðar umstøður við spæli, har vit toga skinnið av og heingja krovini upp, tá ið vit fletta. Tó eru nakrir menn, ið dáma best at tumma við hond, so tað gera teir. Vit fletta nógvan seyð, og sum oftast gongur tað hond í hond, um vit eru fimm ella seks fólk sum hjálpast at, sigur Petur Karl av Rana.
Lesið meira í blaðnum Vinnan, sum hesaferð er um føroyskar rávørur. Blaðið liggur inn í Vikuskiftissosialinum, og tað fæst til keyps í sølubúðum kring landið.











