Rúsfrí konsert á Margarinfabrikkini

Margarinfabrikkin skipar fyri konsert fríggjakvøldið við spennandi bólkum

Margarinfabrikkin í Havn skipar javnan fyri tónleikatiltøkum fyri ung. Tað sermerkta er, at øll tiltøk verða hildin í rúsfríum umhvørvi, og tey verða væl vitjað.
Fríggjakvøldið 11. apríl verður konsert fyri ung í aldrinum 12 til 16 ár. Konsertin verður frá klokkan 21 til 24.
Talan er um tveir bólkar og ein DJ. Bólkarnir, ið spæla, eru Paradox og Speaker. Dj Switch er ein nýggjur plátuvendari, ið roynir sínar veingir.
Paradox eru tríggir unglingar, sum spæla rokk í tí harðara endanum, eitt nú Deep Purple og Black Sabbath.
Speaker er sera væl umtóktur bólkur, ið hevur gjørt vart við seg í eitt nú Prix Føroyum. Teir spæla meiri sveimandi rokk og hava spælt á Margarinfabrikkini áður.