Svikafullir politikarar og vantandi stýring gera, at tað verður strævið at berja Taleban-rørsluna niður.
Hóast NATO hevur 33.000 hermenn í Afghanistan, kann tað fara at taka drúgva tíð at fáa frið í landinum. Høvuðsorsøkin er, at nógvir av teimum afghonsku leiðarunum eru ikki til at líta á, og harafturat er eingin veruliga ætlan fyri, hvussu landið skal byggjast uppaftur.
Tað kom fram á einari ráðstevnu um Afghanistan í gjár. Niðurstøðan var, at teir fremmandu hermenninir hava ikkið vunnið hjørtuni hjá afghanska fólkinum, og at tað er langt á mál í so máta. Hinvegin fær Taleban altsamt størri undirtøku millum fólk, og tí vænta eygleiðarar, at tað fráboðaða várátakið hjá Taleban kann gerast ein stór avbjóðing fyri NATO-hermenninar.
Á ráðstevnuni kom fram, at í veruleikanum eggjar framferðin hjá teimum útlendsku hermonnunum fólki til at stuðla Taleban. Millum annað varð víst á, at tað er nyttuleyst at beina fyri grøðini hjá bøndrunum, sum dyrka rúsevni, um bøndurnir ikki fáa okkurt annað ístaðin fyri. Sum er fáa bøndurnir hvørki endurgjald ella vegleiðing í at dyrka annað.
Fyri tveimum árum síðani gjørdu afghanska stjórnin og útlendska herleiðslan av at handtaka og revsa teir, sum skipa fyri tí ovurstóra handlinum við rúsevnum, men royndirnar vísa, at tað eru bara smámenninir, sum verða tiknir og revsaðir.
Norðmaðurin Pål K. Lønseth, sum hevur arbeitt hjá ákæruvaldinum í Afghanistan, segði á ráðstevnuni, at tað bar ikki til at taka høvuðsmenninar aftan fyri rúsevnahandilin, tí innanríkisráðið í Kabul forðaði tí. Millum annað hjálpti innanríkiráðharrin fleiri brotsmonnum at sleppa leysir, og tí kom einki burturúr.
Pål K. Lønseth sigur við Aftenposten, at rúsevnapengarnir gjøgnumsúrga afghanska samfelagið.
-Meðal altjóða samfelagið sendir ovurnógvar pengar sum neyðhjálp til tað vanliga afghanska fólkið, byggja rúsevnabarónarnir sær ovurstór marglætishús í Kabul, sigur Pål K. Lønseth.










