Amerikanska sjóverjan gjørdi eitt rættiligt kvetti, tá hon fann meiri enn fýra tons av rúsevninum marihuana flótandi á sjónum úti fyri strondini í Kalifornia. Rúsevnið var pakkað í 160 sekkir og fleyt úti fyri Dana Point, tá sjóverjan kom fram á tað. Dana Point (myndin) er einar 50 fjórðingar sunnan fyri Los Angeles.
Men fongurin er ikki sørt av einari gátu. Eingin veit, hvør eigur rúsevnið, og amerikonsku myndugleikarnir duga heldur ikki at siga, hví tað lá á sjónum.
Smuglarar brúka ofta smáar bátar til at flyta rúsevnið úr Meksiko til USA við, men hendan nøgdin alt ov stór til tílíkan flutning, og sjóverjan veit ikki um nakað størri far, sum hevur verið í trupulleikum á hesum leiðunum.
-Alt hetta ger, at vit noyðast at leggja høvdið í blot fyri at finna útav, hvussu rúsevnið er endað á sjónum, sigur løgreglutalsmaðurin, Joe Balicki, við tíðindastovurnar.