Rúsdrekkanýtslan í Føroyum stendur í stað

Men hesi seinastu árini eru drykkjuvanarnir nógv broyttir

Rúsdrekkanýtslan hjá føroyingum stendur í stað. Tað sæst nú Rúsdrekkasøla Landsins hevur gjørt upp, hvussu nógv føroyingar hava drukkið í fjør.

Uppgerðin vísir, at í miðal drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 6,4 litrar av reinum alkoholi í fjør og tað er tað sama sum tað hevur verið hesi seinastu árini. Tølini umfata rúsdrekka, sum er selt í Rúsuni og føroyskum bryggjaríunum, umframt at tann tollfría sølan eisini er tald við.

Hinvegin vísir uppgerðin eisini, at hesi seinastu árini eru drykkjuvanarnir nógv broyttir, tí nýtslan av rúsdrekkan minkar alsamt, men nýtslan av øli og víni veksur tilsvarandi.

Fyri 27 árum síðani, í 1993, drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 2,9 litrar av sterkum rúsdrekka í miðal, men í fjør er tað talið minkað næstan niður í helvt, tí tá drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 1,6 litrar av rúsdrekka í miðal.

Hinveginer nýtslan av øli vaksin eitt sindur, tí í 1993 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 2,8 litrar av øli í miðal, men í fjør er talið hækkað upp í 3,2 litrar

Men serliga stór broyting er í nýtsluni av víni, tí hon er meiri enn trífaldað hesi árini. Í 1993 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, nevniliga  0,5 litrar av víni, men í fjør drakk hann 1,6 litrar.

Annars er innflutningurin av tollfríum rúsdrekka kvinkað upp eftir í takt við at føroyingar ferðast meir. Í fjør innflutti hvør føroyingur yvir 15 ár, 1,6 litrar av tollfríum alkoholi í part, í 2018 var tað 1,5 litrar og tað er tríggjar ferðir so nógv sum fyri 20 árum síðani.