Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur fingið tríggjar spurningar um rúsdrekkanýtsluna hjá landsstýrisfólki Málið um tann nógv umrødda Íslands-døgurðan hjá Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni kemur nú á tingborð.
Á tingfundinum í morgin fer tjóðveldismaðurin Sjúrður Skaale at spyrja Kaj leo Johannesen, løgmann, um tað kann góðtakast, at landsstýrisfólk eru ávirkað av rúsdrekka, tá tey umboða Føroyar í almennum ørindum uttanlands.
Sjúrður Skaale vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin eftir løgmansins tykki umsat sítt málsøki á fullgóðan hátt, tá hann møtti ávirkaður til ein døgurða hjá íslendsku stjórnini. At enda vil tingmaðurin hava at vita, um løgmaður fer at taka nakað stig í sambandi við málið.
Jóannes Eidesgaard hevur avsannað tíðindini úr Íslandi um, at hann var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka, tá hann kom til dørurða, sum íslendska stjórnin skipaði fyri. Hann hevur hinvegin viðgingið, at hann hevði drukkið, áðrenn hann fór til borðs, og at hann drakk undir døgurðanum.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, var eisini til sama døgurðan hjá íslendsku stjórnini, og hann hevur sagt við Vágaportalin, at døgurðin gekk, sum hann átti.