Í hálvt ár hava embætisfólk í Vinnumálastýrinum arbeitt við einum uppskoti at leggja fyri tingið á ólavsøku, um at dagføra verandi rúsdrekkalóg.
? Verandi rúsdrekkalóg er tíggju ára gomul og treingir til at verða dagførd, so hon verður meira tíðarhóskandi. Tað er neyðugt at fáa nøkur viðurskifti í lógini bloytt eitt sindur upp, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini hevur ábyrgdina av rúsdrekkalógini.
Umfatandi arbeiði
Tað ber enn ikki til at fáa at vita nágreiniliga, hvøjar broytingar verða gjørdar í rúsdrekkalógini, tí arbeiðið at fyrireika broytingarnar er ikki liðugt enn.
Landsstýrismaðurin leggur nevniliga stóran dent á, at allar broytingar verða gjørdar í neyvum samstarvi við fyribyrgingarráðiðið. Hetta ger arbeiðið meira umfatandi, enn um bert nakrir løgfrøðingar í Vinnumálastýrinum skuldu fyrireika broytingarnar.
Men Bjarni Djurholm væntar kortini, at tað fer at bera til at leggja uppskotið til politiska viðgerð í landsstýrinum í næstum.
Eitt av høvuðsendamálunum við broytingunum í rúsdrekkalógini er at skapa ferðavinnuni betri møguleikar.