Fyri stuttum boðaðu føroyskir fjølmiðlar frá, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur ætlanir um at leggja fyri tingið uppskot til broytingar í rúsdrekkalógini. Eisini varð sambært fjølmiðlunum boðað frá, at hesuferð væntaði landsstýrismaðurin, at ein meiriluti fór at vera á tingi fyri hesum broytingum.
Fyri mong í okkara samfelag er tað hugstoytt at staðfesta, at tað støðugt verða gjørdar royndir at liberalisera rúsdrekkalógina. Skipanin við einkarsølu er fyri Miðflokkin á ongan hátt tann besta skipanin, men staðfestast má, at ávísar avmarkingar hóast alt eru við verandi skipan. Hesar avmarkingar skuldu ætlandi gera sítt til, at nøkur færri gjørdust trælir undir rúsdrekka. Tó vísa hagtølini týðiliga, at ein støðug øking er í miðalnýtsluni, og tí virkar verandi rúsdrekkalóg ikki eftir sínum endamáli, sum er avmarkandi. Ein avmarkandi rúsdrekkalóg eigur at steðga vøkstrinum í miðalnýtsluni og heldur virka minkandi, men so er ikki, staðfestir Bill Justinussen.
Hann sigur, at tað undrar seg almikið at hoyra í fjølmiðlunum, at landsstýrismaðurin, sum umsitur hetta sera týðandi økið, vil arbeiða fyri størri atkomiligheit.
Tí fer hann á tingfundinum í dag at spyrja landsstýrismannin, um samgongan hevur ítøkiligar ætlanir um at fremja broytingar í rúsdrekkalógini. Um so er, vil hann hava at vita, hvørjar hesar broytingar eru, og hvørja ávirkan landsstýrismaðurin ætlar, at tær skulu hava á samlaðu rúsdrekkamisnýtsluna.
Bill Justinussen spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at taka nøkur stig til at steðga teirri líðandi økingini í samlaðu rúsdrekkamisnýtsluni?