Rúsdrekkalógin eigur at verða endurskoðað

Serliga er tað skipanin við Rúsuni, ið eigur at verða eftirmett, halda politikarar

Rúsdrekkalógin eigur at verða endurskoðað.

 

Tað halda fleiri politikarar.

 

Á fundi, sum ungdómsfelagið hjá Miðflokkinum skipaði fyri í farnu viku um rúsdrekkalógina, hildu løgtingslimir, at rúsdrekkalógin eigur at verða endurskoðað.

 

Á fundinum vóru umboð fyri Sambandsflokkin, Miðflokkin, Fólkaflokkin og Framsókn. Fyrireikararnir boðaðu frá, at hinir flokkarnir vórðu eisini bodnir at vera við, men høvdu givið avboð.

 

Bæði Ruth Vang úr Framsókn, Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, halda, at nú er stundin komin at endurskoða rúsdrekkalógina.

 

Jørgen Niclasen heldur, at nú eigur skipanin við Rúsuni at verða lýst út í æsir. Serliga kundi hann hugsað sær, at spurningurin um, hvørja ávirkan, Rúsan hevur havt á nýtsluna, verður allýstur.

 

Tað verður altíð sagt, at lættari tað er at fáa fatur á rúsdrekka, verri fara fólk at drekka. Men Jørgen Niclasen ivast í um tað er hald í hesum, tí tá ið Rúsan kom, og brygjjaríini eisini hava sølustøð runt um í landinum, varð tað munandi lættari at fáa hendur á rúsdrekka.

 

– Men tað hevur ikki økt um miðalnýtsluna av rúsdrekka, leggur hann afturat

 

Hann heldur nevniliga, at tað er hugburðurin til rúsdrekka, og prísurin á rúsdrekka, sum hevur størstu ávirkanina á nýtsluna.

 

Og sleppa handlar at selja øl og vín, kann tað vera, at hugburðurin hevði broytst enn meiri fram ímóti tí at føroyingar fara at drekka veikari sløg.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er samdur í, at Rúsan eigur at vera eftirmett. Men hann legði stóran dent á, at hann fer ikki at góðtaka nakra skipan, har vandi er fyri at nýtslan fer at veksa.

 

Framsókn talan fyri at handlarnir sleppa at selja øl og vín og hevur eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um tað, men tað fall so dyggiliga, tí tað vóru bara tey bæði tingfólkini hjá Framsókn, sum atkvøddu fyri tí

 

Ruth Vang sigur, at Framsókn tekur framvegis undir við, at handlar eiga at sleppa at selja øl og vín.

 

Men hon staðfestir samstundis, at vísir tað seg, at nýtslan fer at veksa, er hon heldur ikki bangin fyri at bakka aftur og tak ølið og víni úr handlunum aftur.