Tá ið ein føroysk matstova keypir vín og brennivín frá Rúsdrekkasølu Landsins, verður hetta keypt fyri sama prís, sum ein vanligur borgari rindar fyri vøruna. Hetta halda bæði matstovur og gistingarhús verða fullkomiliga burturvið, tí tey keypa stórar nøgdir, og frá øllum øðrum veitarum fáa tey vørurnar fyri heilsøluprís.
300.000 krónur árliga
Leif Sørensen sigur, at á matstovu hansara, Gourmet, verður stórur dentur lagdur á at hava faklærd fólk í arbeiði, men hetta ber illa til, tí karmarnir fyri matstovuvirksemi í Føroyum eru so vánaligir.
Alt er dýrari í Føroyum. Lønir, rávørur, drekkivørur og alt annað kostar meira enn í til dømis Danmark. Um vit til dømis høvdu fingið vín og brennivínið fyri sama prís, sum donsku mastovurnar fáa tað fyri, so hevði støðan verið ein heilt onnur. Fyri mína matstovu hevði tað merkt ein mun upp á slakar 300.000 krónur árliga, og tá hevði tað borið til at rikið seriøst matstovuvirksemi, sigur Leif Sørensen. Íroknað Leifi sjálvum starvast tríggir útlærdir kokkar á Gourmet, og harumframt eru tveir lærlingar. Eisini starvast tveir útlærdir tænarar á matstovuni.
Tað havi eg valt, tí eg leggja dent á, at Gourmet hevur eitt ávíst støði, hóast tað er nógv dýrari at hava faklærd fólk, greiður Leif Sørensen frá.
Úrvalið ov vánaligt
Ein annar trupulleiki við Rúsuni er sambært Leif Sørensen úrvalið av víni, ella mangul upp á tað sama.
Vit tí úrvali, sum rúsan hevur at bjóða fólki, lærir tú fólk at drekka mongdarvín heldur enn góðskuvín. Eg tími ikki at koyra góðskuna hjá mær niður, men tað eri eg noyddur til við tí úrvali, sum er av víni. Tann matstovan, sum eg lærdi og arbeiddi á í Danmark, hevði einar hálvthundrað gestir dagliga, og vínúrvalið á henni var umleið tríggjar ferðir so stórt sum tað, ið rúsan hevur, sigur Leif Sørensen.
Sjálvur setur Leif Sørensen eisin spurnartekin við, hvussu vínið verður keypt inn til føroyska marknaðin.
Nú kenni eg ikki politikkin hjá Rúsdrekkasøluni á tí økinum, men eg ivist í, hvussu stóran kunnleika til vín, ið starvsfólkini í rúsuni hava, og hvønn førleika tey hava til at gera av, hvat vín verður bílagt til føroyska marknaðin, sigur Leif Sørensen.










