Rúsdrekkakoyring og bardagi

Seks mans fáa bót fyri at hava órógvað almenna friðin og fýra mans eru tiknir fyri at koyra við kenning Mangan verður sagt, tey síðstu vikuskiftini í mánaðinum, áðrenn lønirnar verða útgoldnar, plagdu vera av teimum friðarligu, tí lønarposin er tómur og tí er lítið fólk í býnum.

Men allir reglar hava undantøk, eisini hendan.

Tí hetta vikuskiftið hevur løgreglan havt fullar hendur.

Sum tað sæst longur niðri á Portalinum hava verið nógv herverk og annar ólevnaður.

Men løgreglan hevur eisini tikið fýra mans fyri at koyra við kenning. Ein í miðbýin um Havn, ein á oyggjarvegnum og tveir í Vági.

Tær frætti so nærri frá løgregluni.

Annars eru seks mans og dreingir tiknir í nátt fyri at hava órógvað almenna friðin og tað fáa teir bót fyri.

Fyrst fóru tríggir ungir mans til hendurs í Steinatúni, men har kom løgeglan skjótt á staðið og tók menninar. Seinni fóru tríggir aðrir mans til hendurs og eisini har var løgreglan uppi í.

Nú skulu avhoyringar vísa, um onkrir av teimum verða skuldsettir fyri harðskap, ella um teir sleppa við eini bót fyri at hava órógvað almenna friðin.