Í hesum døgum er Ráðið fyri Ferðslutrygd farið undir eitt átak, ið varpar ljós á rúsdrekkakoyring. Undir heitinum "Vinir lova ikki vinum at koyra skít" vísir Ráðið fyri Ferðslutrygd á, hvussu vandamikið tað er at koyra bil, tá tú hevur drukkið.
Hagtøl frá www.politi.fo vísa, at talið á teimum, sum eru ákærd fyri koyra ávirkað, er broytt seinastu árini. í 2004 vóru 168 tilburðir av rúsdrekkakoyring, meðan hetta talið var farið niður á 115 í 2011.
- Rúsdrekkakoyring er kend í Føroyum, tó at hugburðurin tykist vera batnaður, síðani promillumarkið í 2009 varð sett niður í 0,2. Orsøkin til átakið "Vinir lova ikki vinum at koyra skít" er, at rúsdrekkakoyring kortini framvegis er ein hóttan móti ferðslutrygdini, verður sagt frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Ein maður, sum angrar, at hann fyri skjótt tjúgu árum loyvdi vinmanninum at koyra ávirkaður av rúsdrekka, er Fríði Nolsøe. Í morgunsendingini á Rás2 í gjár greiddi hann frá biltúrinum á summri 1993, sum endaði við eini ræðuligari vanlukku.
Hoyr Fríða Nolsøe greiða frá niðanfyri.