Rúsdrekka var uppií

Alt bendir á, at maðurin, sum stýrdi tí skjóttgangandi bátinum, ið sigldi á ein brimgarð við innsiglingina til Hundige Havn í Sjællandi tann 11. september, var ávirkaður av rúsdrekka.

Løgreglan sigur, at tann maðurin, sum eftir øllum at døma stýrdi bátinum, tá vanlukkan hendi, hevði eina promillu, sum var oman fyri 0,5. Fýra menn vóru í bátinum, og sambært løgregluni var bara ein teirra edrúur.

Allir fýra doyðu, tá báturin rendi á brimgarðin. Kanningarnar benda á, at teir mistu vitið av stoytinum, og at teir hava ligið við andlitinum niðureftir og eru tí druknaðir.