Rúsdrekka og tubbak er vandamiklari enn hassj, lsd og ecstasy. Tað staðfestir ein kanning hjá bretskum professarum Professarin David Nutt frá Britain?s Bristol University kunngjørdi í farna ári eina kanning, ið staðfestir, at lóglig evnir sum rúsdrekka og tubbak eru vandamiklari enn eitt nú hassj, lsd og ecstasy.
Nutt hevur saman við starvsfeløgunum sínum gjørt eina sera umfatandi kanning av rúsevnum, og kanningin setir spurnartekin við, hvørt tað skal verða lógligt at drekka rúsdrekka og roykja tubbak, tá hesi evni eru vandamiklari enn rúsevnir, ið eru bannað við lóg nærum allastaðni í heiminum.
Nutt hevur fingið stóra viðurkenning fyri hansara kanningararbeiði, og millum annað eru professarar úr høgt mettum universitetinum sum Oxford University og University of Queensland í Brisbane samdir í, at kanningin hjá Nutt er fyrsta stigið til at meta um, hvørt lógirnar í Bretlandi og aðrastaðni eru hóskandi ella ikki.
Yvirlitið yvir vandamiklastu evnuni:
1. Heroin
2. Kokain
3. Barbiturates
4. ?Street? methadone
5. Rúsdrekka
6. Ketamine
7. Benzodiazepines
8. Amphetamine
9. Tubbak
10. Buprenorphine
11. Cannabis
12. Solvents
13. 4-MTA
14. LSD
15. Methylphenidate
16. Anabolic steroids
17. GHB
18. Ecstasy
19. Alkyl nitrates
20. Khat