»Endamálið hjá Rúsdrekkasøluni er at innflyta og selja rúsdrekka í Føroyum ábyrgdarfult, við denti á dygd í tænastu og úrvali«. Soleiðis ljóðar missjónin, sum tað verður kalla, hjá landsfyritøkuni Rúsdrekkasølu Landsins. At selja rúsandi løg í Føroyum merkir, at deildir skulu vera kring alt landið. Rúsdrekkasøla Landsins hevur seks av slagnum. Í Skálavík, Miðvági, Drelnesi, Klaksvík, Saltangará og Havn. Umframt hevur Rúsdrekkasøla Landsins trý onnur høli í Havn. Á Hjalla hava tey høvuðsgoymsluna, á Staravegi er fløskumóttøkan og ein minni goymsla og á Skálatrøð heldur umsitingin og líknandi virksemi til.
Rúsdrekkasøla Landsins eigur ikki eitt einasta høli ella bygning, men leiðar seg inn allastaðni. Tilsamans er árliga húsaleiðan hjá Rúsdrekkasølu Landsins 2,1 milliónir krónur. Hesir pengar hevði landskassin spart, um rúsdrekkasølan varð flutt út í handlarnar.
Aftrat húsaleigu kemur so hiti, streymur, bilar, útgerð og annað, sum skal brúkast, umframt stjóraløn og starvsfólkakostnaður, sum er 14,4 krónur árliga.
Tí eru tað fleiri av lesarum okkara, sum skjóta upp, at flyta rúsdrekkasøluna út í handlarnar kring landið. Soleiðis hevði tú spart húsaleigu og landskassin kundið fingið inntøkurnar av avgjøldum.










